U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen hevur úttikið 19 spælarar til EM-undankappingardystin ímóti Eysturríki.
Síðst í mars spældu Eysturríki og Føroyar U21-landsdyst á Generali Arena í Wien, og tá eydnaðist eysturríkarum at vinna ein tepran 1-0 sigur á Føroyum.
Hetta er seinasti dysturin í undankappinigni til EM-endaspælið í 2017, sum verður í Póllandi. Føroyar liggja á aftasta plássi við einum stigi, sum teir fingu seinast teir spældu, í dystinum 6 sept. á útvølli mót Aserbadjan, sum endaði 1-1.
Teir 19, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Niklas Thomsen, HB
Karstin Hansen, NSÍ
Elias Rasmussen, ÍF
Dávid Langgaard, KÍ
Hørður Askham, B36
Andrias H. Eriksen, B36
Ári Mohr Jónsson, HB
Jákup F. Hansen, HB
Bartal Wardum, HB
Jonas Gejel Hansen, FC Sydvest (DEN)
Hákun Edmundsson, Vendsyssel FF (DEN)
Jákup V. Olsen, Víkingur
Jákup B. Andreasen, KÍ
Betuel Hansen, NSÍ
Gestur B. Dam, B36
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Teit Jacobsen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hannis Agnarsson, B36
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríkar verður á Svangaskarði á Toftum fríggjadagin 7. oktober klokkan 15:30.
Bill gevst:
– eg kundi sjálvandi gott hugsað mær at hildið fram í starvinum, men eftir tíggju ár í sessinum er tíðin nokk komin at takka fyri seg, og lata aðrar sleppa framat. Eg havi verið sera glaður fyri tíðina sum U21-venjari, og eri errin av tí hópi, sum eg nú lati víðari til næstu kapping og næsta venjara, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Tá Fótbóltssamband Føroya fyri skjótt tíggju árum síðani tók avgerð um, at Føroyar skuldu taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, var Bill McLeod Jacobsen, saman við Heðini Askham, settur sum venjari.
Tá Heðin Askham so fyri tveimum árum síðani valdi at takka fyri seg, varð Bill McLeod Jacobsen settur sum høvuðsvenjari, og Eli Hentze gjørdist hjálparvenjari. Og tað er nokk ikki ov nógv sagt, um vit siga, at Bill øll hesi árini hevur verið ímyndin av føroyska U21-landsliðnum. Úrslitini hjá U21-liðnum undir leiðslu av Bill McLeod Jacobsen hava verið góð, hóast størst dentur hevur verið lagdur á at menna spælararnar, so hesir kunnu gerast klárir til A-landsliðið.
At menningin hevur givið úrslit sæst eisini aftur á seinasta hópinum hjá A-landsliðsvenjaranum. Av teimum 23, ið eru úttiknir til dystirnar ímóti Lettlandi og Portugal, eru tað bara Atli Gregersen og Fróði Benjaminsen, ið ikki hava verið patur av U21-landsliðnum.
– Sjálvandi spæla vit altíð fyri at vinna, men tað ræður eisini um at menna okkara spælarar, og eg haldi tað hevur hepnast væl, sigur Bill McLeod Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Í Fótbóltssambandi Føroya hevur man eisini verið sera væl nøgdur við tann innsats, ið Bill McLeod Jacobsen hevur lagt fyri sum U21-landsliðsvenjari.
– Síðani 1998 hevur Bill verið partur av venjaratoyminum hjá Fótbóltssambandi Føroya, og í roynd og veru hevur hann verið ein av undangongufólkunum, tá tað kemur til ungdómslandsliðsvenjarar.
– Tá FSF fór undir U21-landsliðið fyri tíggju árum síðani, ivaðist
man, um FSF hevði ráð. Men starvsnevndin sá stóra týdningin av hesum, og í dag kunnu vit bara fegnast um ta avgerð, tí U21-landsliðið hevur avgjørt verið ein av okkara sólskinssøgum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og ynskir at takka Bill fyri tíðina, og samstundis ynskja honum og U21-liðnum bestu eydnu komandi fríggjadag, tá Føroyar og Eysturríki møtast í U21-landsdysti á Svangaskarði.
Kelda: FSF