SAMSTARV VIÐ GRANNAKOMMUNURNAR

Nógv samstarv er millum Nes kommunu og grannakommunurnar. Ungdómur úr grannakommununum svimur í Flot, spælir flogbólt í Ternuni og ger frælsan ítrótt í Roysninum. Meðan okkara ungdómur eitt nú gongur hjá KFUM skótunum í Skótahúsinum við Løkin, ger fimleik við Støkk og spælir hondbólt við Tjaldri.