TOFTA- Rituvíkar BLÁKORSSFELAG

Tofta Blákrossfelag varð stovnað í 1908,  sum hevði sína missión í fólki okkara, og kanska var tað spírin til tað andaligu veking, sum Guð lat koma yvir fólk okkara í 1920/40 árunum.

Blái Krossur er ein limafelagsskapur, ið hevur sítt grundstøði í tí kristnu lívsáskoðanini. Felagsskapurin arbeiðir fyri at hjálpa teimum, sum líða undir rúsdrekka ella rúsevnum.

Blái Krossur skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið á lokala staðnum, t.d. møtum, blákrossveitslum, konsertum, ungdómstiltøkum, hjálpa til við ungdómshúsi og ymiskum øðrum virksemi.

Nevndin
Jóna Hansen, formaður
Elsibeth Johannessen, kassameistari
Petur Jákup (Dakko) Petersen, Saltnes
Jaspur Langgaard
Sævar Gerðisá
Johan Hansen, Rituvík