ENDURNÝTSLUVIRKIÐ

Toftagjógv

Opið er soleiðis
Mánadag og týsdag:  kl. 17.00-19.00
Hósdag:                            kl. 16.00-18.00
Leygardag:                      kl. 13.00-16.00

Páskaaftan, flaggdag, 1. mai, hvítusunnuaftan, grundlógardag, 1. novembur, jólaaftan og nýggjársaftan er ruskplássið stongt.

Reglugerð fyri Endurnýtsluvirkið
Endurnýtsluvirkið er til burturkast hjá húsarhaldunum, ið er út yvir tann vanliga ruskposan.
Fyri at skipanin kann virka, øllum at gagni, er neyðugt, at vit øll taka atlit.
Er talan um umvælingar, og harvið stórar nøgdir, verður mælt til at leiga bingju frá IRF til endamálið.

Um borgari hevur meira enn 1. m³ av burturkastið, er neyðugt at boða frá, til umsjónarmannin á tlf. 565005, og harvið fáa at vita um pláss er, og um alt kann koyrast burtur í senn.

Skiljing av burturkasti, sí heimasíðuna hjá IRF www.irf.fo

Nes Kommuna