REGLUGERÐ FYRI BARNAGARÐIN

  1. Vøggustovan er ætlað børnum 0 – 3 ár.
  2. So hvørt tørvur er á plássi til nýggj børn, flyta børn úr vøggustovu í barnagarð, tað árið tey fylla 3 ár, hetta er frá januar til juni.
  3. Eftir summarfrítíðina í august mánaða flyta øll børn, sum fylla 3 ár í tí árinum í barnagarð.
  4. Barnagarðurin er ætlaður børnum 2,5 – 7 ár.
  5. Børn fáa pláss á stovninum soleiðis, at tey børn, sum hava staðið longst á listanum fáa pláss fyrst.
  6. Um ikki verður tikið av plássinum, fer barnið afturum á listanum.
  7. Barnið, og í minsta lagi annað av foreldrunum, skulu vera skrásett og fastbúgvandi í kommununi fyri at fáa ansingarpláss hjá Nes kommunu.
  8. Í serligum førum kann gerast undantak frá hesum, tá Barnaverndin hevur givið sítt viðmæli.
  9. Børn við serligum tørvi koma framum á bíðilistanum í teimum førum, har fakligur serkunnleiki hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum (her verður hugsað um málsligar, sálarligar og sosialar trupulleikar).
  10. Barn, sum verður meldað út úr barnaansingini, og síðan seinni verður meldað inn aftur, kemur at standa aftast á bíðilistanum.
  11. Børn, hvørs systkin frammanundan hava ansingarpláss, hava ikki framíhjárætt, men í hvørjum einstøkum føri verður miðað ímóti, at systkin fáa pláss á sama stovni, um foreldur ynskja tað.
  12. Foreldur kunnu kæra avgerðir um upptøku til Trivnaðarnevndina hjá Nes kommunu.

Skriva títt barn upp til ansing so tíðliga sum gjørligt, tí tín umsóknardagur er tíðandi fyri, hvar á bíðilistanum títt barn kemur at standa og nær barnið kann fáa bjóða pláss.

Tíðarætlan yvir útluting av ansingarplássum:

Januar Børn, sum hava tørv á plássi í apríl mánaða
Februar Børn, sum hava tørv á plássi í mai/juni mánaða
Mars Børn, sum hava tørv á plássi í juli mánaða byrja í juni mánaða. Eingin upptøka er til barnaansingina í juli mánaða.
Apríl Børn, sum hava tørv á plássi í august mánaða.
Mai
Juni Børn, sum hava tørv á plássi í september/oktober mánaða
Juli
August Børn, sum hava tørv á plássi í november/desember mánaða
September
Oktober Børn, sum hava tørv á plássi í januar/februar mánaða
November
Desember Børn, sum hava tørv á plássi í mars mánaða

Dømi: Hevur barn títt tørv á ansingarplássi í mai mánaða, vilt tú í februar fáa boð frá stovninum um hetta.

Børn fáa, sum útgangsstøði, altíð bjóða ansingarpláss frá 1. ella 16. í einum mánaða, tó í fyrsta lagið 2 mánaðir eftir, at umsóknin er móttikin.

Dømi: Er umsóknin móttikin 3. september, fær barnið pláss í fyrsta lagið 16. november.

Gjaldið: Barnagarður kr. 1.900,-  Vøggustova kr. 2.200,-

Goldið verður forút, tó í seinasta lagið 10. í hvørjum mánaða.

Nes Kommuna veitir systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2 børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss.  T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.

Um eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni fer upp um 3 mðr., kann kommunan ella stovnurin avgerða at siga plássið upp, tó soleiðis, at kommunan ella barnaverndin frammanundan hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.

Við útmeldan skal sigast frá hjá leiðaranum, í seinasta lagi ein mánaða áðrenn útmeldan, og skal hetta vera til tann 1. í mánaðinum.