STUÐULSPOLITIKKUR

Stuðulspolitikkur hjá Nes kommunu
Samtykt av Bygdaráðnum 31.03.2014

Kapittul 1
Endamál
§1. Stuðulspolitikkurin er ætlaður, sum hjálp til Mentanarnevndina í viðgerð av umsóknum og møguliga, sum grundgeving í svari til umsøkjarar. Endamálið við stuðulspolitikkinum er soleiðis trífalt:
1. at lýsa hvønn stuðul verður latin til
2. at greiða frá, hvussu stuðlað verður
3. at greiða frá, hvør tekur avgerð um at stuðla

§2. Umsókn um stuðul hægri enn kr. 10.000,00 skal fyri Bygdaráðið, við tilmæli frá Mentanarnevndini.
Umsókn um stuðul uppá kr. 10.000,00 ella lægri verða avgreiddar av Mentanarnevndini.

Kapittul 2
Hvønn stuðul verður latin til
§3. Stuðul kann verða latin til niðanfyri standandi virksemi hjá fólki ella felagsskapum búsitandi, ella hava sítt virksemi, í kommununi:
1. ítrótt
2. sang og tónleik
3. sjónleik í breiðari merking
4. myndlist og skapandi list í breiðari merking, íroknað heimavirki og        gomul handverk
5. áhugafeløg og trúðarbólkar
6. bóka- blað- og fløguútgávur
7. uttanlandsferðir
8. bygdasøvn/fornminnisfeløg

Kapittul 3
Ítróttarvirksemi
§4. Á hvørjum ári verður stuðul latin ítróttarvirksseminum í kommununi. Mentanarnevndin ger tilmælið til Bygdaráðið.

§5. Er talan um serligan tørv, eitt nú, óvanligt ella á annan hátt stórt keyp av útgerð, kann stuðul umframt útgangsupphæddina verða latin.

§6. Verður skipað fyri tiltøkum, kappingum, ítróttar-, summar-, ella líknandi stevnum, kann stuðul, umframt útgangsupphæddina, verða latin.

Kapittul 4
Sangur og tónleikur
§7. Sangarar, tónleikarar og onnur, ið varða av, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttanfyri Nes kommunu.

Kapittul 5
Sjónleikur
§8. Sjónleikarar og onnur, ið varða av, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttanfyri Nes kommunu.

Kapittul 6
Myndlist og skapandi list í breiðari merking íroknað heimavirki og gomul handverk
§9. Listafólk kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttanfyri Nes kommunu.

Kapittul 7
Áhugafeløg og trúðarbólkar
§ 10. Stuðul kann verða latin áhugafeløgum og trúðarbólkum, sum eru heimahoyrandi í Nes kommunu.

Kapittul 8
Bóka- blað- og fløguútgávur
§11. Er talan um útgávu, sum er gjørd av fólki ella felagsskapum í kommununi, kann kommunan stuðla.
Er talan um stuðul til størri verk í kommununi, ella um kommununa, kann kommunan stuðla.

Kapittul 9
Uttanlandsferðir hjá skúlaflokkum, felagsskapum ella einstaklingum
§12. Stuðul kann verða latin skúlaflokkum, felagsskapum ella einstaklingum, sum skulu uttanlands.

Kapittul 10
Bygdasøvn /Fornminnisfeløg
§13. Á hvørjum ári verður stuðul latin til bygdasøvn/Fornminnisfeløg, sum reka
mentanarsøguligt virksemi av bygdasøguligum týdningi.

§14. Er talan um serligan tørv, eitt nú, óvanligt ella á annan hátt stórt keyp av útgerð, kann stuðul, umframt útgangsupphæddina, verða latin.

§15. Verður skipað fyri tiltøkum, stevnum o.ø. kann stuðul, umframt útgangsupphæddina, verða latin.

Kapitul 11
Lýsingar og reklamur
§16. Verða skráir, kalendarar ella prentað tilfarð annars gjørt í sambandi við tiltøk, kann lýsingarpláss verða keypt fyri vanligan prís.

Kapitul 12
Mannagongdir
§17. Allar umsóknir skulu móttakast skrivliga og skulu fáa skrivligt svar.
§18. Allar umsóknir verða avgreiddar, ella tilmældar, av Mentanarnevndini.
Umsóknir, sum verða tilmældar av Mentanarnevndini, verða avgreiddar av Bygdaráðnum.