Á Kneysum 12
Fo- 650 Toftir
Teldupostur: nebo@nebo.fo
Heimasíða: www.nebo.fo
Tiltøk sum eru í Nebo eru m.a. familjumøti, sunnudagsskúli, bønarmøti, ungdómsmøti. Meira fæst at vita um tiltøkini við at fara á heimasíðuna hjá Nebo.
Nøkur av tiltøkunum eru ikki á skránni á hásumri!
Elstar | |
Kristian Gunrim, Saltnes | tlf. +298 237292 |
Oddmar Tausen, Toftir, | tlf. +298 296079 |
Jóhannus M. Olsen, Toftir, | tlf. +298 217060 |
Jóannes Hansen, Toftir, | tlf. +298 211822 |
Jóhan Andrias Hansen, Toftir | tlf. +298599852 |
Samkoman
Fyrstu møtini í samkomuni á Toftum vóru í 1925 – í stovuni hjá Sonnu og Andreasi í Túni. Salurin varð bygdur í Gamla bø omanfyri úti í Viku. Hann varð tikin í nýtslu á trettandu í 1935. Fyri lítlari hálvari øld síðani varð salurin lyftur upp, og tað varð bygt niðanúr, so pláss varð fyri køki og wc.
Fyrst í sjeyti árunum varð loftið sett í stand, og gamla gongin varð tikin uppí salin. Í áttati árunum varð køkurin gjørdur umaftur. Seinastu árini eru alt fleiri komin í salin, og harvið er hugsanin um nýggjan sal ment. Fyrsti fundur, um møguligan nýggjan sal, var hildin aftaná eitt morgunmøti 15.03.1998, har tosað varð um møguligt keyp av grundøkið.
Gamli salurin bleiv seldur til Tofta Talvfelag.