VIRÐIR OG HUGSJÓN


Kommunan er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni
at trívast, millum annað við at skapa karmar fyri frítíð og mentan.


Nes kommuna tekur ábyrgd. Saman við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, skapa
vit álit ímillum borgara og kommunu.


Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu
fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum.

Tilverugrund (missión)
Nes kommuna er ein kommuna fyri øll.

Hugmynd (visjón)
Vit vilja skapa lív og ganga fremst.