Kommunustýrisskipanin fyri Nes kommunu
- KAPITTUL I
KOMMUNUSTÝRIÐ
§1. Kommunustýrið í NES kommunu hevur 7 limir[1] (KSL §5,2), ið verða valdir eftir kommunalu vallógini.
Stk. 2. Kommunustýrið ásetur nærri reglur um sína málsmannagongd í eini fundarskipan[2]. (KSL §5,3)
Stk. 3. Kommunustýrið ásetur nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan[3]. (KSL §5,4)
§2. Kommunustýrið velur ein borgarstjóra, sum er settur hálva/fulla tíð (½ -1/1 brøk) og ein varaborgarstjóra[4]. (KSL §6)
KAPITTUL II
SAMSÝNINGAR[5]
§3. Kommunustýrið verður lønt soleiðis[6]:
Stk. 1. Borgarstjórin fær fulla samsýning ájavnt við 36. flokk sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins.
Stk. 2. Samsýningin sambært stk. 1 er harumframt treytað av setanarbrøkinum hjá borgarstjóranum soleiðis, at samtykta samsýning altíð skal faldast við tí setanarbrøki, sum borgarstjórin hevur sambært (KSL §6, stk. 2.)
Stk. 3. Umframt samsýningina verður borgarstjóranum rindað eitt eftirlønargjald[7] á 15%.
Stk. 4. Tá borgarstjórin fer frá, fær hann borgarstjórasamsýning eftir hesi reglu:
1. borgarstjóri í minni enn 4 ár samsýning í 3 mánaðir, og
2. borgarstjóri í 4 ár ella fleiri, samsýning í 6 mánaðir
Bíðilønin er ikki eftirlønargevandi.
Stk. 5. Doyr borgarstjórin meðan hann er í starvið, fær eftirsitandi hjúnarfelagi/samlivari ella børn undir 21 ár samsýning í 6 mánaðir.
Stk. 6. Varaborgarstjóri[8] fær eina árliga samsýning uppá 10% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum, tá setanarbrøkurin hjá borgarstjóranum er 1/2, og 5% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum, tá setanarbrøkurin er 1/1.
Stk. 7. Árlig føst fundarsamsýning til lim í bygdaráðnum er 25 ferðir upphæddina í §2, stk. 2, nr. 2, í kunngerð um samsýning v.m. sambært KSL.
Stk. 8. Árliga fasta samsýningin til formenn[9] í føstu nevndunum sambært 6. kapittli er 2 ferðir nevndarsamsýningina sambært §6, stk. 2, nr. 2, í kunngerðini um samsýning.
Stk. 9. Árliga fasta nevndarsamsýningin til bygdaráðslim, sum er í einari av føstu nevndunum ella fíggjarnevndini er 18 ferðir upphæddina í §2, stk. 2, nr. 2.
Stk. 10. Kommunustýrrislimir, ið eru nevndarlimir í øðrum nevndum, sum bygdaráðið hevur valt tey í, fáa fundarsamsýning eftir reglunum í §2, stk. 2, í kunngerðini um samsýning v.m. sambært KSL, er ikki annað ásett í aðrari lóg.
Stk. 11. Samsýning verður goldin til og við endan á tí mánaði, tá viðkomandi ikki er í starvinum longur, ella at viðkomandi ikki hevur røkt starvið samanhangandi í 3 mánaðir, sambært §18, stk. 1, í kunngerð um samsýning v.m. sambært KSL. Er frávera grundað á sjúku, barnsburð ella ættleiðing, hevur viðkomandi rætt til samsýning í upp til 6 mánaðir sambært §18, stk. 2 í kunngerðini um samsýning v.m. sambært KSL.
Stk. 12. Tiltakslimur fær samsýning sum bygdaráðslimir ella nevndarlimir. Tiltakslimur fær tó einans lutfalsliga samsýning fyri tað tíðarskeið, hann fyribils er limur. Tiltakslimur, sum einans møtir á einstøkum fundi, fær tá fundarsamsýning sambært §6, stk 2 í kunngerð um samsýning v.m. sambært KSL.
Stk. 13. Onnur enn kommunustýrislimir fáa fundarpening fyri arbeiðið í nevndum o.l., sum bygdaráðið hevur valt tey í, eftir reglunum sambært §9 í kunngerðini um samsýning v.m. sambært KSL.
Skt. 14. Bygdaráðið kann taka avgerð um, at kommunustýrislimur kann luttaka á skeiði, kunningarferð, umboðsráðsfundum og umboðan v.m. bæði innan- og uttanlands. Tá verður samsýning ella endurgjald latið einstøku kommunustýrislimunum eftir reglunum í §4 í kunngerðini um samsýning v.m. sambært KSL.
Borgarstjórin ferðast sambært egnari fíggjarætlan og kann góðkenna, at varamaður luttekur í hansara stað.
Verða ørindini samsýnt av øðrum, verður eingin samsýning latin frá bygdaráðnum.
Stk. 15. Føst samsýning til kommunustýrislimir, borgarstjórar, varaborgarstjórar, nevndarformenn og nevndarlimir verður goldin mánaðarliga frammanundan við 1/12 av árligu upphæddini fyri hvønn byrjaða mánaða.
Samsýning til tiltakslimir verður goldin mánaðarliga afturút.
KAPITTUL III
BORGARSTJÓRIN
§4. Nærri reglur um virksemi borgarstjórans í sambandi við kommunustýrisfundir verða ásettar í fundarskipanini.
§5. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini samb. kapittul 4 í kommunustýrislógini. (KSL §21)
Stk. 2. Á hvørjum vanligum fundi boðar borgarstjórin frá hvørji mál eru beind í nevnd síðani seinasta fund. (KSL §21)
Stk. 3. Borgarstjórin skal ansa eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin. (KSL §21, 2)
Stk. 4. Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreidd uttan óneyðuga seinking. Borgastjórin kann krevja allar upplýsingar um mál og málsavgreiðslu, sum eru hjá nevndum og starvsfólkum. (KSL §21, 2)
Stk. 5. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Um borgarstjórin verður varugur við, at tað ikki fyriliggur játtan fyri eini ætlan, verður málið at leggja fyri kommunustýrið. (KSL §21, 4)
§6. Hevur borgarstjórin forfall, yvirtekur varaborgarstjórin uppgávurnar í sambandi við fundarleiðsluna og aðrar uppgávur, í tann mun borgarstjórin áleggur honum. (KSL §24)
KAPITTUL IV
NEVNDIR
Almennar ásetingar um virksemið hjá nevndunum.
§7. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommunnunar verða hesar nevndir skipaðar, samsvarandi §28, stk. 1 í KSL:
· Fíggjarnevnd
· Tekniska nevnd
· Mentanarnevnd
· Trivnaðarnevnd
Stk 2. Nevndararbeiðið verður skipað samsvarandi kapittul 6 í KSL:
§8. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál. (KSL §30)
Stk. 2. Kommunustýrið tekur avgerð um, hvussu møgulig træta verður loyst millum nevndirnar.
§9. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum.
KAPITTUL V
FÍGGJARNEVNDIN
§ 10. Í fíggjarnevndini sita borgarstjórin[10] ið er nevndarformaður og 2 aðrir kommunustýrislimir. Nevndin er samskipari í arbeiðinum hjá øllum nevndum undir kommunustýrinum.
Stk. 2. Nevndin tekur sær av tí beinleiðis umsitingini av teimum viðurskiftum sum eru løgd til hana samb. kapitul 8 í kommunustýrislógini.
Stk. 3. Nevndin ger uppskot og tilmæli til kommunustýrið um: - kassa- og bókhaldsførsluskipanina hjá kommununi
- lántøku, veðsetan, rakstraravlopi og tílíkum
- starvsfólkamál
- keyp og sølu av fastari ogn
- leigumál
- arbeiðsviðurskifti og líknandi mál
- marknaðarføring
- eykajáttanir
Stk. 4. Nevndin tekur sær av fíggjarligu planleggingini og samskipar kommunalu planleggingaruppgávurnar[11].
Nevndin ger felags forskriftir fyri planleggingina og hjálpir hinum nevndunum við at útvega neyðugt grundarlag fyri teirra planleggingararbeiði.
Nevndin ger metingar um fíggarligar avleiðingar av teimum gjørdu planuppskotunum, og ger tilmæli til kommunustýrið.
Ein frágreiðing frá nevndini skal fylgja við einum og hvørjum máli, sum viðvíkur kommunalum planleggingaruppgávum, tá málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar.
§11. Fíggjarnevndin ger reglur fyri:
· skipanina av umsitingarliga eftirlitinum samb. §13
· trygging av kommunalum ognum
· hvussu borgarstjórin og umsitingin fer fram í starvsfólkamálum
· samskipan av rakstrarkeypi
§12. Fíggjarnevndin hevur eftirlit við:
· fíggjarognir verða umsitnar í samvari við avgerðir hjá kommunustýrinum og annars er forsvarlig
· at umsitingin av kommunukassanum og roknskaparføringini hjá kommununi er forsvarlig
· at ikki verður farið út um játtanirnar á fíggjarætlanini, uttan at kommunustýrið hevur samtykt hetta
· at skjalagoymslan hjá kommununi er forsvarlig
· lønar- og setanarviðurskiftum fyri sjálvsognarstovnar sum kommunan hevur avtalur við.
§ 13. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið.
Stk. 2. Við hvørja upphædd í uppskotinum skal vera viðmerkt:
· tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár
· tann upphædd, ið er avsett fyri verandi fíggjarár og
· tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í farna fíggjarári
Um roknskapurin fyri undanfarna ár[12] ikki er liðugur, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.
Stk. 5. Tær íløgu- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina.
§14. Grannskoðari hjá kommununi er SPEKT, løggilt Grannskoðarafelag, Fo-100 Tórshavn. - KAPITTUL VI
Hinar føstu nevndirnar
TEKNISKA NEVNDIN
§15. Tekniska nevndin hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin ger tilmæli til bygdaráðið viðvíkjandi teimum kommunalu uppgávunum á tí tekniska-, umhvørvisliga og lendisøkinum: - býar- og byggisamtyktum
- byggi- og bústaðarviðurskiftum, íroknað nýggjum bústaðarmøguleikum
- vinnustrategi og vinnunýskipan
- fiskivinnu
- havnaøki/havnamál
- handils- og tænastuvinna
- oljuvinna
- alternativum ella varandi orkukeldum
- matvørulógin
- umhvørvisnvernd
- renovatión
- vatnveiting
- áum
- vegum
- gøtum
- ferðsluásetingum
- brunamálum samb. tilbúgvingarlógini
- havnum, íroknað smábátahavnum
- samstarvi við privatar og sjálvsognarstovnar á økinum hjá nevndini
- kommunlum virkjum og veitingavirkjum
- frárensluverkum
- frítíðarøkjum
- kirkjugørðum
- kommunalum
- bygningum og anleggum
- onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd
Nevndin skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.
Nevndin fyrisitur øll mál, ið sambært byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir eru løgd undir bygdaráðið.
Stk. 3. Nevndin hevur teknsikt eftirlit við almennum plássum, vegum, gøtum, kloakkum, reinsiverkum o.ø..
Stk. 4. Tá veg-, gøtu-, bygninga-, kaj-, havna- og onnur íleggingararbeiði skulu setast í verk, sendir nevndin tilmæli til bygdaráðið hesum viðvíkjandi og skipar fyri, at arbeiðini verða framd samsvarandi teirri av bygdaráðnum samtyktu arbeiðsætlan.
Nevndin fyriskipar uppsetan av navnaskeltum á gøtum, vegum, støðum o.ø., og hevur í øllum førum eftirlit við, at fyriskipanirnar í vegaregligerðum um ger og yvirtøkur av gøtum og vegum verða hildnar.
Stk. 5. Skylda kommununar, til at reinsa gøtur, vegir og onnur støð, er løgd til nevndina, og leiðir og útinnir hon hesi arbeiði – eisini tá talan er um kavagrevstur og at beina fyri burturkastinum frá øllum hesum arbeiðnum.
Stk. 6. Nevndin fyrisitur allar umsóknir um bygging og sundurluting og viðgerð hesar sambært lógum, regligerðum og fyriskipanum og ansar eftir, at øll bygging er í samsvari við hesum.
Stk. 7. Nevndin útinnur viðlíkahald av øllum vegum, gøtum, bygningum, kajøkjum, havnum og øðrum kommunalum ognum.
Stk. 8. Nevndin hevur eftirlit við, at gingið verður eftir teimum servituttum og deklaratiónum, sum álagdar eru til frama fyri kommununa.
Stk. 9. Nevndin fyriskipar ruskinnsavnan, ruskpláss, rottangatøming, tyrving v.m., og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.
MENTANARNEVNDIN
§16. Mentanarnevndin hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin ger tilmæli til bygdaráðið í teimum kommunalu uppgávunum á undirvísingar- og mentanarliga økinum viðvíkjandi:
- fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúla
- bókasavnsviðurskiftum
- frítíðar- og heilsutiltøk (møguliga samskipað við Trivnaðarnevndina)
- savnsviðurskiftum
- musikskúlum og øðrum musiktiltøkum
- sjónleika- og biografviðurskiftum
- sáttmálum kommunan hevur við sjálvsognarstovnar og kommunusamstørv á økinum hjá nevndini
- frítíðarøkjum
- fríðkan
- ferðavinna
- kirkjugørðum
- reglar fyri útlán og útleigu av hølum í kommunalum ítróttaranleggum fimleikahøll og svimjuhøll
- stuðulsskipanir til feløg v.m.
- ítróttur, uttandura og innandura
- ítróttaranlegg, fimleikahøll og svimjihøll
- raksturs- og viðlíkahaldsætlanir fyri bygningar á økinum hjá nevndini í samráð við teknisku nevnd
Stk.3. Nevndin fyrisitur fríðkan av kommunalum gøtum, vegum, jarðar- og urtagarðsstykkjum, spæliplássum, veitum o.a. í tøttum samstarvi við teknisku nevnd.
Stk. 4. Nevndin fyrisitur øll mál av mentanarligum týdningi.
TRIVNAÐARNEVNDIN
§17. Trivnaðarnevndin hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin ger tilmæli til bygdaráðið í teimum kommunalu uppgávunum á barnaansinar-, sosiala-, almanna-, og heilsuøkinum:
- barnaansing – dagrøkt, barnagarð og frítíðarskúla v.m.
- barnaverndina – barnaverndarnevndina v.m.
- eldraøkinum v.m. t.d. Økistænastuni Roðanum
- uppgávum viðv. kommunalum ansingar- og eldri á stovnum.
- útláni og útleigan av hølum í kommunalum bygningum sum verða brúktir til barnaansing og á eldraøkinum til feløg v.m.
- frítiðartiltøk fyri børn og ung (møguliga samskipað við Mentanarnevndina)
- sáttmálar kommunan hevur við sjálvognarstovnar og kommunusamstørv á økinum hjá nevndini
- barnatannrøkt
- námsfrøðilig ráðgevingStk. 3. Nevndin fyrisitur málum, ið sambært sosialari lóggávu eru lagdar til bygdaráðið, í tann mun fyriskipanirnar í lóggávuni ikki eru til hindurs fyri hesum.
KAPITTUL VII
ONNUR VIÐURSKIFTI
§18. Kommunustýrislimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og tekniska hjálp í samband við fyrireiking til fundir. (KSL §16)
Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at allir kommunustýrislimirnir fáa upplýsingarnar sum eru útvegaðir samb. stk.1.
§19. Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran/journalføraran[13]. (kunngerð nr. 1 frá 25.07.95)
Stk. 2. Borgarstjórin setur nærri reglur um mannagongdir viðvíkjandi journalskipanini. (KSL §17)
§20. Hesar viðtøkur fáa gildi tann 01/03- 2017.
Stk. 2. Uppskot til broytingar í hesum viðtøkum og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.
Broyting av kommunustýrisskipanini er samtykt á kommunustýrsifundi tann 30. januar 2017, 1. viðgerð og 27. februar 2017 2. viðgerð.
[1] Kommunustýrislógin fyriskipar í §5, stk.2, at talið á kommunustýrislimum í kommunum við færri enn 500 íbúgvum skal vera 5 og við færri en 100, 3 limir.[2] Fundarskipanin skal ikki góðkennast av landsstýrinum, men kommunan hevur skyldu at gera hana.
[3] Starvsfólkaskipanin skal ikki góðkennast av landsstýrinum, men kommunan hevur skyldu at gera hana.
[4] Sambært lógarinnar §6, stk. 3 kann stýrisskipanin fyriskipa, at valdir verða ein fyrsti og ein annar varaborgaratjóri. Verður hetta fyriskipað, verður orðingin av §2 soleiðis, at aftaná “….borgarstjóra og”, verður sett: “tveir varaborgarstjórar, sum verða valdir undir einum eftir lutfallsvalháttinum soleiðis at tann fyrst valdi verður 1. varaborgarstjóri og hin 2. varaborgarstjóri.”
[5] §3 kann eisini verða sett upp í stykkjum, einum fyri hvørja samsýning.
[6] Ásetingin um at fastløntir ikki kunnu fáa fundarsamsýning er ikki galdandi tá aðrir enn kommunustýrið løna.
[7] Skal bert vera við, um borgarstjórin er løntur við minst ½ brøki.
[8] Skal bert vera við, um borgarstjórin er løntur við minst ½ brøki.
[9] Skal bert vera við, um borgarstjórin er løntur við minst ½ brøki.
[10] Í lógarinnar §29, stk. 2 er fyriskipað, at fíggjarnevndin og hinar føstu nevndirnar hvør sær skulu vera í minniluta í kommunustýrinum Við valið verður sessur formansins at rokna sum ein av teimum, sum bólkur hansara hevur rætt til, sí §28, skt. 3 í kommunustýrislógini.
[11] Fíggjarnevndin hevur samskparauppgávuna innan fyri planlegging av kommununi, eisini í byggi- og býarskipanum.
[12] Tann roknskapurin, sum her er talan um, er fyri tað seinast lokna fíggjarárið.
[13] Við heimild í skjalalógini.