Tá nýggja útstykkingin við Lýðarsveg var liðug í 2009, við byggjibúnum grundstykkjum, manglaði asfaltering av vegnum.
Í ár eru nógv grundstykkir seld við Lýðarsveg, og bygdarráðið samtykti í summar, at vegurin nú skuldi asfalterast. EM- Asfalt fekk arbeiði, og eftir at fyrireiking av asfalteringini hevur verið í gongd í eina tíð, bleiv vegurin asfalteraður í gjár.
Asfalteringsarbeiði fer at halda fram í kommununi komandi dagarnar. Fyrst verður farið undir at leggja asfalt á økið við bygningarnar hjá Faroe Origin og økið millum hallirnar á ídnarðøkinum inni á Rætt verður eisini asfalterað liðugt. Eisini verður gonguteigurin fram við Gaddavegnum asfalteraður í næstum.