FORNMINNISFELAGIÐ

Gamli Prestagarðurin
Kirkjuvegur 1
Fo-655 Nes
Telefon: +298 447696, +298 227096
Heimasíða : www.nesforn.weebly.com

Limirnir í nevndini sita í eitt 2-ára skeið, meðan eykalimirnir verða valdir á hvørjum árið.
Aðalfundur er í februar.

Fornminnisfelagið og bygdasavnið
Bygdirnar Nes og Toftir eru elligomul búpláss, men ilt er at siga hvussu gomul. Saltnes er niðursetubygd av Toftum frá 1830-num.

Í Nes kommunu er eitt virkið fornminnisfelag, sum hevur sett á stovn eitt alment bygdasavn.

Tað er eitt áhugafelag við viðtøkum og aðalfundi, sum vanliga er í fyrsta ársfjórðingi hvørt ár. Skráin umfatar árfrágreiðing, grannskoðaðan roknskap og nevndarval. Minst eina ferð um árið verður skipað fyri limafundi og/ella jólaveitslu við undirhaldi, sangi og burturluting. Fornminnisarbeiðið hevur verið væl stuðlað í økinum.

Bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum, har tann størsta framsýningin er í gamla prestagarði á Nesi. Endamálið er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søguna í kommununi sjónliga.