Niðanfyri standandi er komið frá Sinisbata at leggja út á heimasíðuna.
Seinasta heyst byrjaðu vit í Sinnisbata uppá eina nýggja verkætlan. Verkætlanin snýr seg um, at lætta og bøta um korini hjá avvarðandi at fólki við sálarsjúku, við at skipa fyri avvarðandi bólkum. Vit hava nú skipað fyri trimum avvarðandi bólkum, afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið i bólki, eru sera góðar.
Hesi bólkarnir hava verið rættaðir móti vaksnum, men aftaná summar verður fyrsti avvarðandi bólkurin fyri børn og ung millum 7-18 ár. Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika innan økið.
Um mamman ella pápin hava sálarsjúku, kann tað verða trupult at vera barn, og tað kann eisini verða torført at tosa við vinfólk ella familjun um tað. Somuleiðis kann tað vera ringt at vera systkin at einum, sum hevur sálarligar avbjóðingar, tí hetta ofta fyllir nógv hjá allari familjuni.
Tilboðið hjá Sinnisbata er eitt “hvílirúm” hjá børnum og ungum, har tey fáa eitt stað, har tað ber til at tosa við onnur í líknandi støðum, og saman við stuðlandi fakfólkum. Tilboðið eitur “Time Out”, tí hetta er staðið, har tey ungu kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um tingini, deila royndir, men eisini eitt stað, har tey kunnu hava tað stuttligt saman og hugna sær.
Vit ynskja, at so nógv fólk sum møguligt fáa kunning um “Time Out”, so tey, sum hava hug og tørv á tí, kunnu fáa eitt pláss í fyrsta bólkinum. Byrjað verður medio oktober, í hølunum hjá Sinnisbata. Meira kunning kemur seinni! Har eru avmarkað pláss í bólkinum, so tilmelding fer fram eftir “først til mølle”-prinsippinum.
Vit hava gjørt eina plakat um “Time Out”, sum vit hava viðfest í hesum teldupostinum. Tað hevði verið frálíkt, um tit heingja hesi upp – ella senda víðari (skúlar og heilsufrøðingar o. lík.). Somuleiðis at lýsa á Facebook ella á heimasíðu tykkara.
Til ber at lesa meira um tilboðið, og melda seg til umvegis tilmeldingarskjalið á heimasíðuni hjá Sinnisbata, www.sinnisbati.fo. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.
Vegna Sinnisbata,