Marita Dalsgaard, kvøldskúlaleiðari, bjóðaði øllum vælkomin og segði m.a., at Maria í meira enn ein mansaldur hevur verið grundfestið í Tofta kvøldskúla. Hon vísti eisini á, at tað ikki altíð hevði verið so lætt at fingið undirvísarar til kvøldskúlan, og tí hevði tað gjøgnum árini verið ein tryggleiki at vita, at Mariu kundi mann altíð líta á.
Víðari vísti Marita á, at Maria gjøgnum hesi 40 árini hevur verið eitt sera kreativt menniskja, sum alla tíð hevur víst ein vilja og eitt áræði, sum hevur verið so mongum kvøldskúlanæmingum at gagni.
Sum persónur hevur Maria verið fjálg, stuttlig og skjót til látur; men Maria dugir eisini at vera avgjørd í sínum meiningum, so at tú altíð veit, hvat tað er hon vil.
Tað er Piet Hein, sum sigur soleiðis:
“Den, Guds klarsyn falder på,
ser det store i det smá.”
Júst soleiðis er tað! Maria hevur megnað øll hesi árini at síggja tað stóra í tí smáa. Ta gleði, tað gevur at skapa nakað, kann aldri undirmetast; sjálvt um tað bert er eitt lítið ting í tí stóra høpinum, so er gleðin um persónliga at hava gjørt hetta størri, enn bara at fara og keypa tað.
Til seinast takkaði Marita Mariu fyri hennara áhaldni og ágrýtni og – ikki minst – hennara trúfesti móti Tofta kvøldskúla við ynskjum um góðan arbeiðshug í framtíðini.
Eisini borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, bar fram eina heilsan til Mariu. Hann hugleiddi nakað um kvøldskúlan á Toftum, serliga, tá talan var um seyming. Men, tá ið talan er um seyming í dag, so kemur man ikki uttan um Mariu Rasmussen, tí seinastu 40 árini hevur Maria undirvíst í seyming í Tofta kvøldskúla. Umframt at undirvísa í seyming, er Maria eisini framúr dugnalig og kreativ til at undirvísa í postalínsmáling.
Jóhannus vísti á, at hóast Maria og maðurin Jens Erik bæði upprunaliga eru danskarar, og tí ikki hava skyldfólk í Føroyum, so eru tað tó fleiri her á okkara leiðum, sum kenna tey bæði sum okkara skyldfólk – ikki minst sum toftafólk og føroyingar.
Øll hesi árini, sum Maria hevur verið virkin innan seyming, eru tað eisini mong, sum hava notið gott av hennara førleikum innan seyming. Hon hevur m.a. í nógv ár seymað klæðir fyri ymiskar klædnahandlar her á leiðini. Eisini eru tað mong, sum hava fingið hjálp og stuðul til at fara undir at gera føroysk klæði o.s.fr.
Vegna Nes kommunu ynskti Jóhannus Mariu hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum. Somuleiðis takkaði hann Mariu fyri hennara trúfesti í hennara týdningarmikla arbeiði í Tofta kvøldskúla og ynskti henni góða eydnu í framtíðini.
Endurgivið frá heimasíðuni hjá Tofta skúla, www.toftaskuli.fo