Onnur tíðindi

Kommunuvalið 8. nov. 2016

8. juli 2016: 

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. 
Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagið eina viku áðrenn valdagin (t.e. 1. november 2016).

1. september 2016: 
Vallistin verður gjørdur í seinasta lagi 1. september í tí ári, sum valið fer fram, yvir teir veljarar, ið tá lúka treytirnar fyr valrætti.

27. september 2016: 
Landsstýrismaðurin lýsir í minsta lagi seks vikur fyri valdagin:
1) nær valdagurin er,
2) hvar valevnislistar skulu latast inn og
3) seinastu freist at lata valevnislistar inn

27. september 2016:
So skjótt sum valdagurin er ásettur, verður gjørdur eykalisti yvir teir persónar, sum, aftan á at høvuðsvallistin er gjørdur og til valið fer fram, ætlast at lúka aldurstreytina og hinar treytirnar fyri valrætti valdagin, sbr. § 1 í lógini.

4. oktober:
Lýst verður um framløgu av vallistunum á vanliga hátt 5 vikur framman undan valinum.

11. oktober 2016:
Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanliga hátt 5 vikur framman undan valinum.

18. oktober 2016:
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18:00, 3 vikur undan valdegnum.

25. oktober 2016:
Bygdaráðið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan valinum.

25. oktober 2016:
Valrætt og valbæri til bygdaráðsval hevur hvør tann, sum:
a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið,
b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og
c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.
Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr hinum Norðurlondunum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

27. oktober 2016:
Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga siga valnevndini frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum vikomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

28. oktober 2016:
Seinasta freist hjá teimum, ið eru uppstillaði á fleiri listum at svara valnevndini, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

1. november 2016:
í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrja kl. 10:00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20:00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

1. november 2016:
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

7. november 2016:
Seinast freist at atkvøða við brævi.
Atkvøðuseðilin skal ver komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

8. november 2016, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar:
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

8. november 2016: 
Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20:00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

8. november 2016: 
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, (t.e. kl. 20 ella seinni) fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.

8. ella 9. november 2016:
Endalig uppgera av valinum verður síðan gjørd av valnevndini annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin er farin fram, ella í seinasta lagi dagin eftir.

9. november 2016:
Í kommunum, sum uppbýttar eru í tevey ella fleiri atkvøðuøki, verður úrslitið av atkvøðuteljingini í hvørjum valstað gjørt kunnugt fyri teim hjástøddu og skjótast gjørligt fráboðað formanni valnevndarinnar. Í hesum kommunum kemur valnevndin saman í seinasta lagi dagin eftir, at atkvøðugreiðslan er farin fram, fyri at gera upp atkvøðuteljingina í øllum atkvøðuøkjum kommununnar. Hesin fundur er almennur.

15. november 2016:
Um so verður, at bygdaráðið ger av, at fínteljing skal vera, skal hon fara fram í seinasta lagi vikudagin eftir sjálvan valdagin.

17. november 2016:
Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygdaráðnum.

17. november 2016:
Um onkur av teim valdu ynskir at sleppa undan at taka við vali, sbr. §22, stk. 2, og frammanfyri í stk. 1, skal hann innan fyri somu fresit, sum galdandi er fyri innsendan av klagum, sbr. §23, stk. 1, skrivliga venda sær til bygdaráðið, sum viðger og tekur avgerð í málinum á sama hátt, sum nevnt í §23, stk. 2, viðvíkjandi klagum.

27.
november 2016:
Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, veðra gjørd av bygdaráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygdaráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.

14 daga freist
Tær avgerðir, sum bygdaráðið hevur tikið viðvíkjandi klagum vum valið, sbr. §23, stk. 1, og innkomnum umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr bygdaráðnum, kunnu, áðrenn 14 dagar eru lidnir, eftir at avgerðin er tikin, verða skotnar inn fyri landsstýrismannin.

31. desember 2016:
Tá vanligt val til bygdaráðið er farið fram, fara teir gomlu limirnir í bygdaráðnum frá 31. desember, uttan so at kalag um valið er sett fram, áðrenn tann í §23, stk. 1., ásetta klagufrest er farin.

31. desember 2016:
Nývalda bygdaráðið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.