Umframt góðan felagssang verður tað vælumtókti tónleikarabólkurin VESTMENN, ið koma at framføra gamlar slagarar og annars stuðla uppundir felagssangin.
Fyri stuttum varð áhugaverd “tørvs –og nøgdsemiskanning”, sum Roðin hevði fingið Gallup Føroyar at gera, almannakunngjørd.
Hesa kanning, sum m.a. lýsir støðu pensjonistanna í nevndu kommunum, kemur Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyar at leggja fram.
Eisini kemur Bøgesvang prestur at hugleiða yvir evnið “Pensjonistur – og hvat so?”
Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni.
Tiltakið, ið er ókeypis, verður í Løkshøll sunnudagin 30. oktober og byrjar kl.14.30
Roðin vónar, at nógvir pensjonistar leita sær i Løkshøll til hesa hugnaløtu.