BYGGING

 

Vegleiðandi mannagongd fyri at søkja um loyvi at byggja
Um tygum hava ætlanir um at byggja eitthvørt, tað veri seg sethús, uppíbygging, bilhús, hjall, garð, ella broyta verandi ogn munandi, krevst skrivligt byggiloyvi frá kommununi.
Umsøkjari kann, um hann hevur ogna sær grundstykki, og hevur eina greiða ætlan um byggingina, og útvega tekningar og aðrar viðkomandi upplysingar, søkja beinleiðis um byggiloyvi.
Viðhvørt kann tað vera skilagott fyrst at grava út (tað kann vera soleiðis, at ein fær í boði grót, ella aðrar orsøkir eru til tað), tá kann ein fyrst søkja um graviloyvi, sum fyriskrivað niðanfyri.

1. Skrivlig umsókn dagfest og undirskrivað frá eigara av viðkomandi ogn.

2. Skitsa av húsinum, dagfest og undurskrivað, skal fyriliggja, sum greitt vísur skap, vídd og hædd ( t.v.s. síður og endar ), so byggivaldið kann fáa eina fatan av húsinum.

Annars verður víst til byggisamtykt fyri Nes kommunu.

Gevi gætur
Eru munandi broytingar frá innsendu tekningum til graviloyvi, og teimum tekningum í umsóknini til endaligt byggiloyvi, kann byggivaldið áleggja eigaranum at broyta byggihædd, planeringshædd, ella byggilinju v.m.

Til tykkara kunning, so er tað skilagott at boða frá hjá Føroya Tele, og SEV og biðja um avlurting av møguligum leiðingum, áðrenn útgrevsturin byrjar. – Tað er ókeypis.

Eru spurningar, kann ringjast til
Teknisku deild tlf. 56 50 11
Teldupost anfinn@nes.fo