BÁTAPLÁSS

 

Reglugerð fyri bátapláss á sjógvi í Tofta havn.
Hendan reglugerð er galdandi fyri allar bátaeigarar, sum hava fingið nýtslurætt til bátapláss í Tofta havn. Tofta havn umsitur øll bátaplássini í Nes kommunu.
§ 1 Bátaeigarar hava skyldu til at fara væl um bátaplássið, økið uppi á landi eins og flótibrúgvarnar.
Stk. 2 Tað er ikki loyvt at hava amboð, fiskireiðsskap ella nakað annað leyst tilfar liggjandi á landi við bátaplássið ella á flótibrúgvunum, uttan loyvi frá Tofta havn. Allir slíkir lutir ella tilfar verður uttan ávaring fyribeint fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Stk. 3 Tað er strangliga bannað at tveita garnar, høvd ella annan avskurð á sjógv inni í bátahylunum.
Stk. 4 Bátaeigararnir hava skyldu til at halda bátin lens, at binda hann soleiðis, at endarnir liggja væl og ikki slítast óneyðugt, og at báturin ikki er til ampa fyri onnur ella kemur at skaða aðrar bátar ella ognir í bátahylunum.
Stk. 5 Tá ið siglt verður inni í bátahylunum/havnini, skal ferðin vera so lítil sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at aðrir bátar, ið sigla ella liggja bundnir, ikki skulu fáa skaða av hesum.
Stk. 6 Bátaeigarar hava skyldu til at akta boðini frá Tofta havn ella umsjónarmanni, sum er í tænastu, – eisini, um hesin ynskir, at báturin verður fluttur.
Stk. 7 Fyri at forða fyri oljudálking frá bátum, er tað skyldan hjá øllum bátaeigarum, at hesir hava eitt nøktandi “kjølsvín” liggjandi í kjølinum á bátinum.
§ 2 Bátaeigarin tekur við plássinum í tí standi, tað er í, tá ið hann fær tað til leigu. Um bummur/teymur ella annað er brotið/skatt, skal hann gera vart við hetta alt fyri eitt. Ger hann ikki tað, verður hann mettur at hava ábyrgdina av skaðanum.
§3 Bátaeigarin hevur ábyrgdina av bátaplássinum og skal endurgjalda skaðar, ið koma á útbúnaðin, sum t.d. bummar og festir. Tó hevur Tofta havn ábyrgdina av skaðum, ið stava frá illveðri, vanligum sliti og/ella elli.
§ 4 Um bátaeigarin ikki fer at nýta bátaplássið samanhangandi dagar, hevur Tofta havn rætt til at lata onnur nýta bátaplássið, uttan at bátaeigarin fær leiguna endurgoldna fyri tað tíðarskeiðið.
§ 5 Bátaeigarin kann uppsiga ella lata bátaplássið aftur til tann 1. í einum mánaði.
§ 6 Um Tofta havn skal brúka økið til okkurt annað, ella um neyðugt verður at flyta bátaplássini av øðrum orsøkum, hevur Tofta havn rætt til at taka bátaplássið aftur við 3 mánaða freist.
§ 7 Leiga verður goldin samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi leigugjøldum fyri bátapláss í Tofta havn.
§ 8 Hóast Tofta havn hevur 3 mánaða uppsagnartíð, kann Tofta havn við skrivligari fráboðan taka plássið aftur, um reglugerðin verður brotin. Brot á reglugerðina kann
fevna um, men er ikki bert avmarkað til:
Stk. 2 Um leigan ikki er goldin innan 20 dagar gjaldsfreist.
Stk. 3 Um leigarin fremur onnur brot á reglugerðina og ikki beinanvegin heldur uppat við tí, hóast hesin hevur fingið skrivligan freist.
Stk. 4 Um leigari ikki aktar boð frá Tofta havn ella umsjónarmanni í tænastu hennara, eisini um hesin ynskir at báturin verður fluttur í annað pláss, støðugt ella fyri eitt styttri tíðarskeið.
§ 9 Um bátaeigarin ikki býr í Nes kommunu, og tørvur er á plássi, kann bátaplássið verða tikið aftur við stuttari freist.
§ 10 Tá ið bátaplássið er latið/tikið aftur, hevur bátaeigarin skyldu til at flyta bátin. Verður hetta ikki gjørt, verður báturin tikin upp á land fyri bátaeigarans rokning.
§ 11 Reglugerðin kemur í gildi tann 1. januar 2015 Tofta havn
_______________________

Reglugerð fyri bátapláss á landi í Tofta havn.
Reglugerðin er galdandi fyri bátar og bátavognar í økjum, sum Tofta havn varðar av í Nes kommunu.
§ 1 Allir bátar og bátavognar, sum verða settir á bátaøki skula verða merktir við navni og havnamerki.
§ 2 Ongin bátur má setast á ella flytast av bátaplássunum uttan fyrst at hava boðað Tofta havn frá hesum. Bátaeigarar skulu boða Tofta havn frá í hvørjum einstøkum føri.
§ 3 Bátaeigarin hevur skyldu til støðugt at halda økið kring egnan bát reint og ruddiligt, meðan báturin stendur uppi á landi.
Bátaeigarin hevur skyldu til at skipa so fyri, at hetta sama økið er reint og ruddiligt, tá ið báturin er farin av økinum aftur.
Bátavognar/stólar hava bert loyvi at standa á økinum, meðan báturin stendur í. Er avtalan ikki hildin, kann Tofta havn rudda fyri eigarans rokning.
§ 5 Bátaeigarin hevur treytaleyst ábyrgdina av egnum báti, eisini at hann er skorðaður nóg væl, meðan hann stendur uppi á landi.
§ 6 Bátarnir kunnu bert standa á økjum, sum Tofta havn hevur ávíst. Tað er ókeypis frá 1.okt til 30. apríl, og er bert galdandi fyri bátar, sum hava bátapláss.
Kostnaðurin frá 1. mai til 30. sept.:
1. Teir fyrstu 21 dagarnar onki gjald
2. Teir dagar, sum fara yvir 21 dagar, er kostnaðurin sambært gjaldsskrá.
§ 7 Er tørvurin á bátaplásum á landi størri enn útboðið, kann Tofta havn avmarka tíðarskeiðið fyri, hvussu leingi bátarnir kunnu standa á bátaplássunum, og hevur fulla heimild til at krevja bátarnar fluttar av økinum við 21 daga freist.
§ 8 Um bátaeigarin flytir úr Nes kommunu, hevur hesin skyldu til alt fyri eitt at flyta bátin, um plásstrot er.
§ 9 Henda reglugerð er partur av leigusáttmálanum ímillum Tofta havn og leigaran av bátaplássinum. Brot á hesa reglugerð kann viðføra, at leigusáttmálin verður settur úr gildi ella uppsagdur.
Reglugerðin kemur í gildi tann 1. januar 2015.
TOFTA HAVN