Endamálið við degnum er at varpa ljós á tann stóra týdning, ið lærarans arbeiði hevur fyri tann einstaka næmingin og samfelagið alt.
Tað var skúlastýrið saman við næmingaráðnum, ið skipaði fyri degnum.
Dagurin byrjaði við morgunsangi, sum næmingaráðið stóð fyri. Síðani greiddi formaðurin í næmingaráðnum frá skránni fyri degnum, og takkaði øllum lærarunum fyri teirra stóra arbeiði í skúlanum.
Eftir morgunsangin søgdu tey í næmingaráðnum, nær hvør flokkur skuldi koma at bera heilsanir fram. Fyrst blivu lærararnir hjá 7. flokki róptir upp. Síðani átti 8. flokkur tørn osfr. Lærararnir fingu brøv, blómur, gávur o.a. Nakrir næmingar høvdu eisini yrkt ein sang til løtuna.
Annfríð Neslíð, forkvinna í skúlastýrinum, bar eina heilsan fram, og vísti m.a. á, at lærarar hava sera nógv at siga fyri, hvussu íbúgvarnir í einum landi koma at klára seg. Hon vísti á, at eitt framkomið land hevur tørv á at hava ein góðan skúla við góðum lærarum og starvsfólki. Vegna skúlastýrið og foreldrini takkaði Annfríð lærarum og starvsfólki skúlans fyri ta stóru orku og arbeiði at vera um og læra børnini so stóran part av teirra lívi. Somuleiðis takkaði hon foreldraumboðunum fyri teirra íkast at stuðla læraradegnum.
Borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, bar eisini eina heilsan fram á læraradegnum. Hann segði m.a., at hann var takksamur fyri, at børnini, skúlastýrið og foreldrini, annað árið á rað, høvdu tikið stig til at skipa fyri læraradegnum í Tofta skúla, sum lærarar og starvsfólk so dyggiliga høvdu uppiborið.
Jóhannus vísti á, at næmingar vóru hepnir at ganga í Tofta skúla við góðum lærarum og starvsfólki, og tí áttu næmingarnir at virða lærararnar, lurta eftir teimum og vera góð við teir.
Til seinast takkaði hann fyri tann stóra innsats, sum lærarar og starvsfólk gera hvønn einasta dag við góðynskjum fyri framtíðina.
Tiltakið endaði við, at næmingarnir fóru í sínar stovur, har eldri næmingar ansaðu eftir teimum, meðan skúlastýrið bjóðaði lærarum, stuðlum og foreldrum ein drekkamunn.
Triðja tíma varð tann vanligi skúladagurin uppafturtikin.
Fleiri myndir frá læraradegnum síggjast her!
Tekstur og myndur: Heimasíðan hjá Tofta skúla, www.toftaskuli.fo