Reglugerð fyri fimleikahøllina á Toftum. Reglugerð fyri fimleikahøllina á Toftum.
• Ábyrgdarin skal vera fyrstur inn og síðstur út úr høllini.
• Ikki er loyvt at ganga inni í útiskóm.
• Bert góðkendir innanduraskógvar eru loyvdir.
• Ikki er loyvt at lata neyðdyrnar upp – uttan í neyðstøðu.
• Annleggið skal sløkkjast tá, tað er brúkt, mikrofonir skulu sløkkjast og leggjast á pláss, og skápið skal læsast.
• Ikki er loyvt at hava drykkivørur við inn í høllina.
• Væl skal gangast um amboðini, og øll amboð skulu setast á rætta stað.
• Venjing má bara ganga fyri seg í høllini.
• Útleigan má víkja fyri øðrum tiltøkum.
• Royking er ikki loyvd á økinum hjá skúlanum, hvørki innan- ella uttandura.
• Ábyrgdarin syrgir fyri, at øll rudda upp eftir sær.
• Um nakað verður brotið ella tílíkt, skal boðast frá til umsjónarmannin beinanvegin á tlf. 565003.
Leiðslan