Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið skrivað, um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, verður útgivin í kvøld, hóskvødið 4. Mai kl. 19.30, í Tofta skúla.
Bygdasøgan telur 3 bind. 2 tey fyrstu bindini er bygdasøga, meðan tað triðja bindið er ættarsøga. Tað er rithøvundurin Helgi Jacobsen ið hevur skrivað Bygdasøguna. Ættarsøguna hevur Torleif Hansen skrivað og lagt til rættis.
Bind 1 og 2 koma út í kvøld, meðan bind 3 kemur út seinni í ár.
Í kvøld, á útgávudegnum, kostar hvørt bindi kr. 250. Vanligur prísur verður kr. 350. Tey sum hava goldið og bílagt bøkur fáa eisini bøkurnar útflýggjaðar.
Rithøvundurin Helgi Jacobsen fer at siga nøkur orð og signerar bøkur.
Haldor Gaardbo fer eisini siga nøkur orð í samband við útgávuna. Kommunan bjóðar ein drekkamun.