Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri Várdøgum. Hetta er fimta ári á rað at skipað verður fyri Várdøgum. Várdagar hjá Nes kommunu eru í vikuni undan Bátafestivalinum á Toftum, sum altíð er fyrsta vikuskifti í mai.
Várdagar 2018 í Nes kommunu verða í døgunum frá leygardagin 28. apríl til fríggjadagin 4. mai. Bátafestivalurin 2018 verður leygardagin 5. mai.
Skráin fyri Várdagar innheldur ymisk trivnaðar- og mentanarlig tiltøk. Eftir páskir verða kunnað um skránna, sum aftur í fer at innihalda ymisk spennandi og áhugaverd tiltøk.
Til tiltakið, Várdagar í Nes kommunu, hevur kommunan útvega sær eitt búmerki, sum framyvir skal verða við til eyðkenna og marknaðarføra Várdagar í Nes kommunu.
Búmerkið
Búmerkið vísir tíggju formar, sum standa saman í einum rundingi.
Vit standa úti á Toftum, omanfyri kirkjana, og hyggja norðureftir. Beina, tjúkka, sveiggjandi linjan, beint undir sólini, lýsir keiina niðast, men upp eftir miðjuni lýsir hon eisini lendið og sjóvarmálan frá Nesi inn til Saltnes. Hesin sami formur, saman við teimum báðum formunum til høgru fyri hann, umboða Nes, Toftir og Saltnes. Ovarliga í vinstru síðu síggja vit eyðkenda Strandafjall í fjarstøðu, og tann eyðkendi tangin stingur framúr beint niðanfyri. Ímillum Toftir og Strandafjall eru tvær bláar aldur, sum lýsa virksemi á sjógvi: bátafestival, rógving og vatnskutara. Ovarliga til høgru lýsir sólin yvir okkum, og ovast eru tvær gular rendur, sum eru sum sólstrálur, skýggj, grasstrá, og eisini sum sólsetur.
Teir báðir formarnir til høgru fyri Toftir líkjast bløðum, men umboða eisini ovara part av Toftum og undir Nesinum.
Formarnir í búmerkinum eru gjørdir soleiðis, at teir líkjast aldum, bløðum og grasstráum. Formarnir líkasum flákra við einum samanhangandi sveiggi, har vindurin kemur úr høgru síðu ímóti okkum, t.e. úr eystri, og kemur sostatt frá sólini; altso heitur sólvindur á vári; øll í góðum lag.
Vit hava tíggju fingrar á hondunum. Tí lýsa teir tíggju formarnir í búmerkinum virksemið á várdøgum í síni heild.
Opna plássið rundan um sólina, saman við sólini, myndar eitt eyga. Í hesum liggur, at á vári vaknar alt skaparverkið úr vetrardvala til ljósari tíðir og meiri útivirksemi.
Litir
Í búmerkinum eru tveir litir: gulgrønt og ljósablátt. Har, ið hesir litir blandast í miðjuni, er ein myrkari grasgrønur litur, tí tá ið man blandar gult og blátt, kemur grønt burturúr.
Gulgrøni liturin, sum er út ímóti at vera gulur, har hann er klárast, lýsir sólina og várljósið. Ljósablái liturin lýsir sjógv, bátafestival og annað virksemi á sjógvi, meðan grøni liturin í miðjuni lýsir várgróður og virksemi á landi.
Navnaskrift
Navnið er sett við skrift-týpuni Museo Sans. VÁR stendur við eini feitari útgávu, meðan DAGAR stendur við eini tynri útgávu. Hetta deilir heitið í tvey, og ger tað lætt at lesa; og ger, at VÁR er meira framtraðkandi.
Museo er ein nýggj skrift, sum varð teknað av Jos Buivenga í 2004-05. Hon hevur rundar og opnar formar, sum ger, at hon er lætt lesilig.
Undirteksturin er eisini settur við Museo.
Tað er Sjúrður Højgaard frá Krea sum hevur gjørt búmerki.