Beint eftir klokkan hálvgun trý í nátt fær løgreglan boð um at eldur er í plattavirkinum á Toftum.
Tá Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið stutt eftir kemur á staðið, stendur bygningurin í ljósum loða, og stóð ikki til at bjarga. Umframt sløkkiliðið av Skálafjørðinum luttók sløkkiliðið úr Fuglafirðið eisini í arbeiðninum við at sløkkja eldin.
Nógvur hiti stóðst av eldinum og sløkkiliðini syrgdu fyri at eldur ikki festi í grannabygningin norðanfyri, sum er landingarmiðstøðin á Toftum.
Tað rýkur framvegis, men tamarhald er á støðuni. Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið verður á staðnum so leingi sum tað rýkur, og fer seinni at tryggja leivdirnar, so einki skal fara á flog.
Løgreglan fer seinni at kanna orsøkina til eldin.