Onnur tíðindi

Seniorfestivalurin verður 3 juni

Tíðindaskriv frá Roðanum:

Tað verður Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  setur festivalin, leygardagin 3. juni frá kl. 15.00.

12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka. Hesir, sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru:
Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv og Signar í Homrum.
Fleiri nøvn verða  avdúkað í næstum!

Hendan dagin, har vit vóna at veðrið verður gott, verður telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið og verður tí økið “bilafrítt” hendan dagin. Víst verður til parkeringsøkið við, Bylgjan, Læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðni í nánd. Tørvar tær flutning (ókeypis) frá og til parkeringsøkinum, so ert tú vælkomin at ringja á tlf. 290212.

Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa  ymiskt gott til matna!

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum” . Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at  festivalurin ikki er ætlaður børnum ella ungum!

Vit verða noydd til at avmarkað okkum,  hvat luttakarum viðvíkur og tí verður mongdin av atgongumerkjum eisini avmarkað.

Atgongumerkini  kosta  kr. 200,00 fyri hvønn luttakara. 

Atgongumerki  fáast til keyps á heimasíðuni hjá Roðanum: www.rodin.fohar slóð er til søluna. Eisini kunnu tey keypast á www.atgongumerki.fo,  á Kunningarstovuni í Runavík og á skrivstovuni á røktarheiminum.

Eisini kunnu atgongumerki bíleggjast á tlf. 290211 og er atgongongumerkið  tygara, tá goldið er á konti í Bank Nordik  6460- 529.535.3.

Í vón um, at aftur í ár verður væl tikið undir við hesum tiltaki.

Fyrireikararnir