Í samband við sína ferð til París, skipar Nes kommuna fyri móttøku fyri Team Rynkeby Føroyar súkklarunum hósdagin, 28. juni, kl. 13.30.
Høvi verður at heilsa uppá súkklarnar og hjálparfólk á Toftagjógv, við Undirhúsið.
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, og umboð fyri Team Rynkeby Føroyar siga nøkur orð.
Kommunan bjóðar ein góðan drekkamunn.
Øll eru vælkomin.