Nes kommuna hevur avgjørt at skifta klædning og vindeygu á 81´bygninginum. Tað er skúlabygningurin frá 1981, sum hevur stóran tørv á at fáa skift klædning og vindeygu. Talan er um vindeygu og klædning vestureftir, eins og betonveggurin suðureftir verður klæddur.
Eisini verður eitt nýtt teknikkrúm bygt. Tá skúlin í 1981 bleiv útbygdur, bleiv eisini svimjihylur bygdur. Nú er tørvur á at endurnýggja tangar og reinsianlæg til svimjihylin. Nýggja útgerðin krevur størri pláss og tí verður eitt nýtt teknikkrúm bygt, sum er uml. 50 fermetrar til støddar. Nýggja teknikkrúmið verður bygd afturat verandi teknikkrúmið vestureftir.
Teknistovan Gøta hevur ráðgivið og gjørt útbjóðingartilfar. Útbjóðingartilfarið bleiv latið 9 veitarum og bert 1 tilboð kom inn, frá Búsetur. Tilboðið uppá samlaða arbeiðið er uppá kr. 2.945.462. Kostnaðarmetingin var uppá kr. 2.936.350.
Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at fara undir sáttmálasamráðingar við Búsetur. Ætlanin er at arbeiðið byrjar í summar.