Av tí, at spæliplássið hjá barnagarðinum á Svangaskarði, við tíðini, er blivið ov lítið, og tørvurin á almennum spæli- og fríplássum í kommunum er vaksandi, samtykti bygdarráðið mánakvøldið at fara undir at kanna møguleikan nærri við at gera eitt spælipláss afturat á Svangaskarði. Eisini er avgjørt at kanna møguleikan fyri at útvega útgerð til alment úti fitness.
Ætlanin er, at spæliplássið og økið til úti fitness koma at liggja saman, sum partur av stadionøkinum, í sunnara endanum. Hugsað er um økið millum kastigarðin og rennibreytina.
Ætlanin er at byrja uppá nýggja spæliplássið og økið til úti fitness í ár.