Onnur tíðindi

Søkt verður eftir umsjónarfólki

Starvslýsing:

Søkt verður eftir umsjónarfólki at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

· at hava umsjón og ábyrgd av virkseminum á Svangaskarði
· at hava umsjón við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla
· ymiskt fyrifallandi arbeiði innan tekniska økið

Vit ynskja, at umsjónarfólkið:

· er álítandi, samstarvssinnað og hevur áhuga í virkseminum á Svangaskarði
· setir røkisskap og arbeiðssemi í hásæti
· hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði bæði skjótt og væl
· tolir skiftandi arbeiðstíðir, tí arbeiðstrýstið er ymiskt, og partur av arbeiðinum verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð
· dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

Starvið hevur tilvísing til leiðarin fyri tekniska økið í Nes kommunu.

Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Nes kommuna tilskilar sær rætt frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum.

Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Umsóknin

Umsóknin, við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli, skal sendast til

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
ella við telduposti til: nes@nes.fo – í seinasta lagi 4. desember 2016

 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara fyri tekniska økið, á tlf. 447586 ella 565001.