Sambært heimasíðuni hjá FÍF, verður fyrsta umfar av siðbundnu renningini “Runt Agnið”, skotin í gongd kl. 11.00 við Tofta Skúla, og verður tað Roysnið, sum skipar fyri.
Hetta er fyrsta umfar av TF-Vetrarkappingini 2016/17, og í FÍF vóna tey, at rennararnir aftur í ár møta fjølmentir til kappingarnar, sum aftur hendan veturin verða átta í tali. Fyri at gjøgnumføra Vetrarkappingina, skulu fimm av teimum átta umførunum rennast, men øll eru sjálvandi vælkomin at renna tey umførini tey hava hug til.
Liðkappingin, sum fekk sera góða undirtøku seinasta vetur, verður endurtikin eftir sama leisti.
Bólkabýtið sær soleiðis út:
§ Kvinnur og menn opin bólkur (f. – 2000)
§ Kvinnur og menn veteranar (f. 1962 – 1971)
§ Kvinnur og menn superveteranar (f. – 1961)
§ Kvinnu- og mansunglingar (f. 1996 – 2000)
§ Gentur og dreingir (f. 2001 – 2005)
Allir bólkar uttan gentur og dreingir renna Runt Agnið, sum er 10,3 km. frá Tofta Skúla og út eftir. Runnið verður niðan á Agnið, til Runavíkar og út aftur á Toftir, har málið er á vegnum oman til Tofta kei. Genturnar og dreingirnir renna 5 kilometrar. Tey byrja yviri á Mýrunum, nær við vegin oman til Toftavatn og halda somu leið á mál á Tofta kei. Øll byrja samstundis at renna – kl. 11.00.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FIF (www.fif.fo) innan kl. 22.00 fríggjakvøldið 4. november, har gjaldast kann við dankorti, ella í seinasta lagi ein hálvan tíma undan startinum, og tá má gjaldast kontant. Startnummur skulu avheintast og gjaldast við Tofta Skúla frá umleið 10.00. Kostnaðurin er, sum vanligt, fyri vaksin 50,00 kr. Gentur og dreingir gjalda 30,00 kr.
Skiftirúmini í Tofta Skúla verða brúkt, har rennarirnir eisini sleppa í bað aftaná. Eftir renningina bjóðar Roysnið til hugnaløtu við kaffi, køku og heiðursmerkjahandan í Tofta skúla. Øll fáa kaffi og køku, men bert trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki.