Hagstova Føroya skrivar soleiðis á síni heimasíðu ídag:
Vøkstur í 20 kommunum, óbroytt og minking í 10
Fólkatalið veksur í 20 kommunum, stendur í stað ella minkar í 10 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 413 fólkum – hetta er 56% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, har vøksturin er:
- Klaksvíkar kommuna við 61 fólkum,
- Eystur kommuna við 42,
- Sjóvar kommuna við 35,
- Tvøroyrar kommuna við 33,
- Nes kommuna við 30,
- Vága kommuna við 28,
- Fuglafjarðar kommuna við 23,
- Sunda kommuna við 19 og Vágs kommuna við 18,
- Hvannasunds við 15, Kvívíkar við 13, Sumbiar við 12 og Eiðis við 10,
- Skálavíkar, Skopunar og Sørvágs við 7 og Fugloyar við 6,
- Runavíkar við 3 og Kunoyar við 2,
- Óbroytt fólkatal er í Viðareiðis, Sands og Skúvoyar kommunu.
- Minking er í Hvalbiar og Porkeris kommunum við ávikavist 15 og 11 fólkum,
Hovs við 7, Vestmanna við 6, Húsa og Fámjins við 3 hvør og Húsavíkar við 1 fólki.