“Ung í arbeiði”
Aftur í summar hava næmingar í 9. flokki høvi at arbeiða í tvær vikur hjá Nes kommunu. Soleiðis kunnu tey ogna sær arbeiðsroyndir og vinna sær nakrar krónur.
Ein bólkur byrjaði mánamorgunin. Bólkurin heldur fram at arbeiða hesa og í næstu viku. So byrjar næsti bólkur, sum eisini arbeiðir í tvær vikur.
“Ung arbeiði” fara fyri tað mesta at arbeiða við at fríðka um runt í kommununi. Men í morgun fekk hesin bólkurin til uppgávu at gerta klárt til móttøkuna av Team Rynkeby súkklarunum, sum koma at vitja við Undirhúsið á Toftum í dag kl. 14.10.