10.flokkur í Runavíkar- og Tofta skúla vísa sangleikin, “Vakurleikin og Beistið” í Løkshøll. Almennu sýningarnar eru frá 18. til 22. mars kl 18:00. Leikurin tekur 1 tíma.
Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki, og hava næmingar og lærarar kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og at venja sangleikin í fleiri vikur.
Leikurin er um ein sjálvglaðan prins, sum verður gandaður til eitt beist. Hann fær eina gandaða rósu. Hann skal læra at elska onkran, áðrenn tað síðsta blaðið á rósuni følnar, tí annars verður hann verandi eitt beist í allar ævir.
Ein hugnalig fronsk bygd liggur ikki so langt frá. Har møta vit vøkru Belle. Fólkini í bygdini halda hana vera undarliga, tí hon er dóttir uppfinnaranum Maurice. Eisini hevur Belle altíð nøsina í bókini, og droymir um kærleikan, sum hon lesur um. Hetta verður ikki góðtikið, tí konufólk skulu ikki fáa nøkur hugskot.
Tann stóri og vælumtókti Gaston hevur tó sett sær eyga á hana, tí hon er vakrasta sprundið í bygdini. Men Belle vil ikki hava hann, tí hann er hástórur og dámar at hava fleiri damur í senn.
Belle verður fangi á gandaða slottinum, og heldur hon tað vera ræðuligt. Men hetta síggja gandaðu tænastufólkini sum ein møguleika at bróta gandin. Man hetta vera hon, sum enduliga brýtir gandin?
Sjónleikurin rakar ein breiðan málbólk og er egnaður til alla familjuna.
Vit gleða okkum okkum at síggja tykkum siga næmingarnir!
Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo