Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeiði. Roðin er samstarvið á eldraøkinum millum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin – Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur. Eftir kommunuvalið í november hava kommunurnar valt hesi í stýrið:
Fyri Sjóvar kommunu: | Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri |
Drós Ellingsgaard | |
Fyri Nes kommunu: | Súni í Hjøllum, borgarstjóri |
Elin á Torkilsheyggi | |
Fyri Runavíkar kommunu: | Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri |
Sigrun Jónsveinsdóttir | |
Jógvan Andersen | |
Arnfinn Langgaard | |
Johan Vest |
Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjár, hevur stýrið skipað seg. Tórbjørn Jacobsen verður formaður og Hans Anders Jacobsen næstformaður.
Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála.