Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Nes kommunu at byrja 17. februar 2025 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur:
Saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av vatn- og kloakkleiðingum, vegum, gongubreytum og øðrum fyrifallandi uppgávum.
Eftir tørvi loysa av og hjálpa til við ymsum húsavarðauppgávum.
Starvsfólkið hevur tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.
Vit ynskja ein starvsfelaga, sum:
- Er álítandi, stundisligur, nærlagdur og samstarvssinnaður
- Setur arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
- Hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
- Hevur koyrikoyrt til vanligan bil
- Hevur royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
- Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
- Dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar
Setanarviðurskifti:
Lønin og setanarviðurskiftini verða ásett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast til
Nes kommunu
Toftavegur 3
650 Toftir
ella við telduposti til nes@nes.fo
Umsóknirnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 07. januar. Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Anfinn í Toft, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565011, ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002.
Nes kommuna