Genturnar fara fríggjakvøldið at spæla steypafinalu á Tórsvølli.
Tað er ikki á hvørjum ári, at B68 er partur av steypakappingini heilt fram til finaluna. Soleðis er tað í ár, og fríggjakvøldið verður Tofta Ítróttarfelag partur av steypafinaluni í kappingini millum gentur 14-17 ár.
Hesar somu genturnar eru ikki heilt ókendar við, hvat tað er at spæla finalu. Í 2015 vunnu tær steypafinaluna í U-14 kappingini. Fríggjakvøldið verður EB/Streymur mótstøðuliðið. Soleiðis var tað eisini fyri tveimum árum síðani. Tá vunnu toftagentur 2-0.
Fríggjakvøldið fáa vit at síggja, um B68 enn einaferð verður sigursharri, ella um tær í B68 fara at standa vónbrotnar, meðan tær í EB/Streymi fara at kenna sigursfagnaðin, sum tær á Toftum kendu fyri tveimum árum síðani.
Í hesum túsund árinum hevur B68 bara eina aðruferð verið í steypafinaluni. Tað vóru U-14 genturnar, sum í 2013 taptu so ruddiliga 5-0 ímóti KÍ.
Burtursæð frá hesum báðum finalunum – í 2013 og 2015 – er tað bara tvær ferðir komið fyri áður, at nakað lið hjá B68 hevur verið í steypafinalu. Hesar finalurnar vóru báðar í 1995. Tá tapti B68 finaluna um løgmanssteypið 3-1 ímóti HB, og tá vunnu gentur 14-17 ár 3-2 ímóti HB.
Tað summar og dirrar av spenningi á Svangaskarði, og í skúlanum verður nú uppundir steypafinaluna tosað nógv um sera spennandi finaluna fríggjakvøldið.
Egil Olsen er framúr nærlagdur venjari hjá gentunum. Hann og genturnar ganga við lív og sál upp í fótbóltin, tey hava fokus á rætta staðnum, og í ungdómsdeildini og Tofta Ítróttarfelag sum heild snýr tað seg í hesi vikuni serliga nógv um finaluna.
Gera nógv burturúr
Í sambandi við steypafinaluna verður andlitsmáling á Svangaskarði klokkan 16.
Bussur fer suður í Gundadal klokkan 17.20 og farið verður heimaftur beinanvegin eftir steypahandanina.
Ætlanin er at tað skal síggjast og hoyrast, at tað vera B68 viðhaldsfólk á Tórsvølli.
Reyði og svarti liturin skulu vera sjónligir. Tí verður roknað við, at vit eru í B68 drakt og blusu. Um onkur ikki eigur drakt og troyggju, so ætla vit at hava okkurt við, sum tey kunnu vísa litirnar við. Men sum útgangsstøði rokna vit við, at vit eru væl úgjørd frá húsum av.
Gongdin higartil
Tølini siga, at B68 í 2017 eigur framúr óført lið í kappingini gentur 14-17 ár.
Enn er langt á mál í landskappingini, sum ikki verður liðug fyrr enn leygardagin 7. oktober. Síðsti dystur hjá B68 er settur at vera fríggjadagin 6. oktober, og hann verður á útivølli ímóti HB.
Støðutalvan sigur, at okkara lið higartil hevur klárað seg stak væl. B68 er fremst við 40 stigum fyri fjúrtan dystir – tær hava vunnið trettan ferðir og spælt javnt einaferð – og tað eru sjey stig aftur til B36, sum er næstfremst við 33 stigum.
Nú verður spennandi at vita, hvussu tað fer at laga seg í FM kappingini. Áðrenn fokus verður á endaspurtinum í landskappingini, so ræður tað um steypafinaluna.
Finalan í steypakappingini millum gentur 14-17 ár verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19. Hon verður ímóti EB/Streymi, sum rættiliga hevur fingið vind í seglini í kvinnufótbólti. Leygardagin fer kvinnuliðið hjá EBS/Skála, sum kappast við KÍ um meistaraheitið, at spæla steypafinalu ímóti HB.
Tað hevur verið sera spennandi at fylgja okkara gentum á leiðini ímóti steypafinaluni. Í báðum dystunum var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at B68 fór at halda fram í kappingini.
Fjórðingsfinalan var ímóti KÍ. Tá var úrslitið 8-7, og í hálvfinaluni var úrslitið ímóti Víkingi 6-4.
EB/Streymur hevur spælt tríggjar dystir á vegnum ímóti finaluni: í fyrsta umfari endaði tað við 10-0 sigri ímóti Giza Hoyvík. Fjórðingsfinalan var ímóti HB, og tá var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at EB/Streymur hevði vunnið 4-3. Í hálvfinaluni vann EB/Streymur 1-0 ímóti MB, og fríggjakvøldið verður avgjørt, um tað skal vera EB/Streymur ella B68, sum fer at vinna steypið.
Í landskappingini hevur B68 vunnið tvær ferðir á EB/Streymi. Í báðum førum var talan um teprar sigrar, og tað sigur okkum, at tað heilt víst verður tætt og spennandi fríggjakvøldið. 29. mars vann B68 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Tá skoraði Rúna Olsen sigursmálið stutt undan leikloki. 23. juni vann B68 á Svangaskarði 2-0 ímóti EB/Streymi. Tá skoraði Miriam Harishi Egilsdóttir bæði málini.
EB/Streymur er á sætta plássi í landskappingini. Tær hava 19 stig fyri 13 dystir, meðan B68 hevur 40 stig fyri 14 dystir.
Hetta er nakað heilt fyri seg
Ein steypafinala er ein heilt serligur dystur. Tá verður alt avgjørt í einari uppgerð, meðan FM verður avgjørt í nógvum dystum, sum verða spældir yvir átta mánaða tíðarskeið.
Í steypafinaluni hevur tað ikki so nógv at siga, hvør støðan er í FM kappingini. Tá snýr tað seg um, hvussu einstøku spælararnir eru fyri á finaludegnum, hvussu liðið er samansett, hvønn hugburð spælararnir hvør fyri seg og í felag vísa, hvussu væl venjarin hevur skipað liðið og spælskipanina og ikki minst, hvussu stuðulin er frá áskoðarunum.
Eldhugaði venjarin, Egil Olsen, og spælararnir hava lagt nógva orku í fyrireikingarnar til finaluna. Teirra partur liggur ikki eftir.
EB/Streymur er tiltikið at eiga góðar áskoðarar. Nú er avbjóðingin hjá okkum, sum halda við B68 at syrgja fyri, at okkara partur ikki fer at liggja eftir fríggjakvøldið.
Bestu eydnu B68 genturnar. Vit vóna, at tit fara at hoyra og síggja nógvan stuðul kring Tórsvøll fríggjakvøldið.
Orð: Jóannes Hansen
Mynd: Andri Gerðisá