Útiskúlin hjá 3. flokki í Tofta skúla er ikki lagdur í fast skema og tí er nógv ymiskt á skránni. Er veðri til vildar, eru tey úti í náttúrini, og tey vitja á arbeiðsplássum í Nes kommunu. Eisini verður skipað fyri ymiskum skeiðum ella verkstøðum á skúlanum.
Seinasta fríggjadag vitjaðu tey á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu, har tey hittu borgarstjóran, Jóhannus Danielsen.
Borgarstjórin greiddi teimum frá hvussu nógvar kommunur vóru í Føroyum og hvørjar uppgávur kommunurnar høvdu. Eisini greiddi hann frá, hvussu fólk blivu vald í kommunustýrini, hvussu nógv fólk búðu í Nes kommunu og hvussu nógv arbeiddu hjá kommununi og hvat tey gjørdu. Eisini greiddi borgarstjórin frá hvat hann sjálvur gjørdi.
Børnini vístu stóran áhuga og settu fram nógvar spurningar. Børnini fingu rundvísing á kommunuskrivstovuni og áðrenn tey fóru aftur í skúlan, fingu tey Sunkist og twix frá borgarstjóranum.