Í desember 2016 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu, sambært uppgerðini hjá Taks, 3,8 mió. krónur, ímóti 3,5 mió. krónur í fjør. Ein vøkstur uppá 0,3 mió. krónur ella 9,1 prosent. Hetta er besti mánaði í skattainntøku hjá Nes kommunu nakrantíð.
Í fíggjarætlanini fyri 2016, er roknað við einari skattainntøku 35,0 mió. krónur. Talan er sostatt um eina meirinntøku í 2016, í mun til fíggjarætlanina, uppá 4,7 mió. krónur, ella 13,5 prosent.
Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5 prosent, og hevur verið óbroytt síðani 2006.