Heimasíðan hjá Kommunufelagnum skrivar soleiðis tann 26.01.24:
Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingu allar kommunur í dag formliga sess kring borðið í Kommunufelagnum. Á skrá vóru alt frá aktuellum lógaruppskotum til framtíðar talgildar raðfestingar og gransking í kommunala geiranum.
Fyri jól samtykti ein eykaaðalfundur hjá Kommunufelagnum at tryggja øllum kommunum rætt at luttaka á stýrisfundum felagsins. Í dag var so fyrsti stýrisfundur í felagnum har allir 29 borgarstjórar høvdu møguleika at møta og geva sína hugsan til kennar um tey mál, sum felagið arbeiðir við.
Á skránni í dag vóru umrøða av einari røð av lógaruppskotum – harav fleiri kunnu hava heilt munandi ávirkan á kommunala geiran.
– Kommunala røddin er púra avgerandi fyri at landið kann skipa skynsamar karmar kring tey mál, sum vit umsita vegna borgarar okkara. Eg ivist ikki í, at tann røddin fer at ljóma enn klárari nú vit hava fingið allar borgarstjórarnar til borðs, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Á fundin vórðu eisini umboð fyri Talgildu Føroyar, ið greiddu frá nýggjum og komandi hentleikum á Vanganum og í Samleikanum, og sum meira verður at frætta um so hvørt loysnirnar verða klárar. Felags málið er, at tað skal vera gjørligt hjá borgarum at avgreiða flest øll viðurskifti síni við kommununa talgilt, trygt og høgligt.
Eisini greiddu umboð fyri Setrið frá møguleikunum í at nýta nýggju granskingarsamstarvsavtaluna millum Setrið og Kommunufelagið. Og ítøkiliga varð greitt frá komandi granskingarætlanum, sum kommunurnar fáa høvi at hava aktivan leiklut í.