Onnur tíðindi

Samandráttur og kunning í samband við ársroknskapin 2022

 

Við postinum í gjár fingu øll húsarhald í Nes kommunu sendandi samandrátt og kunning  í  sambandi við ársroknskapin hjá Nes kommunu fyri 2022

 

Bygdarráðið/býráðið

Núsitandi bygdaráð tók við 1. januar 2021. Tey, sum eru í bygdaráðnum eru: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Heini S. Kristiansen, varaborgarstjóri, Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Petur Jákup Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

 

Samstarvið í bygdaráðnum hevur frá fyrsta degi verið sera gott. Bygdaráðið hevur sett sær sum stavnhald framhaldandi at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

 

Burðardygd

Núsitandi bygdaráðið tók avgerð um at skipa eina nýggja nevnd við navninum Burðardygd. Nevndin hevur yvirskipað arbeitt við at bera kommununa fram á leið innan grøna økið. Herundir eru mál innan umhvørvi, grøna orkuskiftið, burturkast, fríøkir og fólkaheilsu. Orðað endamál við nevndini er skrivað inn í kommunustýrisskipanina. Nøkur ítøkilig tiltøk eru framd. At nevna er løðistøð á Toftagjógv, betri skipan av endurnýtsluvirkinum, bokashi, rudding í sjónum fram við havnalagnum, ruddingardag og fólkaheilsudag í samband við várdagar. Nevndin hevur seinasta árið arbeitt við at nágreina nærri yvirskipað, hvørji mál kommunan eigur at seta sær tey komandi árini. Vit eru lutfalsliga ein lítil kommuna, men við einum miðvísum arbeiði kunnu vit gera góðan mun. Miðað verður alla tíðina ímóti at skipa málini í tráð við ST heimsmálini innan burðardygd.

 

Hinar nevndirnar eru: Fíggjarnevnd, Tekniska nevnd, Mentanarnevnd og Trivnaðarnevnd.

 

Samstarvið við grannakommunurnar um eldraøkið, barnaverndartænastuna, sløkkiliðið, Kongshavnar Havn o. a. hevur verið sera gott.

 

 

Roknskapurin

Nú ársroknskapurin fyri 2022 fyriliggur kann staðfestast, at Nes kommuna hevði eitt avlop eftir rakstur og íløgur uppá 1.990 tkr.. Nes kommuna hevði í 2022 eitt rakstraravlop uppá 15.646 tkr.. Íløgurnar í 2022 eru sostatt uppá 13.656 tkr..

 

Samlaðu bruttoinntøkurnar frá kommunuskatti og øðrum inntøkum vóru 74.103 tkr., áðrenn rentustuðulin er frádrigin. Rakstrar- og íløgukostnaður (netto) var íalt 72.112 tkr..

 

A-skattainntøkan, íroknað húsaleiguskatt, sum var mett til 54.255 tkr., varð við ársenda 57.494 tkr., t.v.s. 3.239 tkr. meira enn roknað var við.

 

Partafelagsskatturin varð mettur til 1.000 tkr., men varð tá avtornaði, 2.332 tkr., og sostatt  1.332 tkr., meira enn mett.

 

Í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum pr. 1. januar 2015, fingu kommunurnar í 2015 fyri fyrstu ferð allan inntøkuskattin av eftirlønargjøldum og afturberingar frá landinum vegna DIS, FAS og øðrum frádráttum, sum endurgjald fyri yvirtøku av eldraøkunum. Í 2022 varð mett, at samlaða inntøkan fór at verða 13.322 tkr., og varð tá avtornaði, 14.277 tkr., tvs. 955 tkr. meira enn roknað varð við.

 

Útreiðslan til rentustuðul varð mett til 895 tkr., men er endaliga uppgjørd til 936 tkr., og sostatt 41 tkr. meira enn mett.

 

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2022, eftir frádrátt av rentustuðli, er á 73.167 tkr., ið er 4.146 tkr. hægri enn í 2021. Í fíggjarætlanini varð roknað við eini nettoskattainntøku fyri 2022 á 67.682 tkr..

 

Skattaprosentið í 2022 var eins og undanfarin ár 20,5%.

 

Fólkatalið

Fólkatalið í Nes kommunu vaks við 52 fólkum í 2022, ella 3,6 pct.

 

Tann 1. jan. 2022 var talið 1450 fólk, meðan tað tann 31. des. 2022 vóru 1502 fólk í kommununi.

 

Í 2022 blivu 21 børn fødd, meðan 12 fólk andaðust.

 

Tann 1. juli 2023 búðu 1531 fólk í Nes kommunu, tvs. ein vøkstur higartil í 2023 uppá 29 fólk. Síðani 1. januar 2020 til 1. juli 2023 er fólkatalið økt við 193 fólkum.

 

Heimasíðan og Facebook

Nes kommuna hevur í nógv ár havt heimsíðu, www.nes.fo. Á heimasíðuni, sum javnan verður dagførd, kunnu borgarar kunna seg um ymisk viðurskifti í Nes kommunu. Harafturat hevur heimasíðan javnan tíðindir og kunngerðir. Eftir summarfrítíðina er ætlanin at skipa so fyri, at eisini partar av tekstinum verða á enskum máli.

 

Nes kommuna hevur eisini eina Facebook síðu, har tíðindir frá heimasíðuni verða løgd út. Eisini eru onnur tíðindir, fráboðanir og myndir frá ymiskum tiltøkum í kommununi at síggja har.

 

Útstykkingar og búsetingar

Nýggjastu sethúsaútsykkingarnar eru á Høganesvegnum og á Ólavsvegi. Við Høganesvegin eru 12 nýggj grundøki, meðan við Ólavsvegi eru 9 grundøki. Fleiri eru farin undir bygging, og væntandi flyta tey fyrstu í húsini seinni í ár.

 

Á sumri í 2022 samtykti bygdaráðið nýggjan leist fyri sølu av grundøkjum í útstykkingunum. Stykkini verða boðin út alment eftir eini skipan umvegis telduna. Skipanin ber í sær, at tey, sum eru fyrst á kvørnini, mala fyrst.

 

Gamla skipanin við, at fólk kunnu søkja um ávíst grundøki fram við eldru vegunum, er enn galdandi. Her er tann skipan galdandi, at tann, sum skrivliga søkir fyrst, hevur fyrsta rætt. Í 2022 eru eisini nøkur grundøki keypt á henda hátt.

 

Í 2018 avtalaðu Nes kommuna og Bústaðir eina bústaðarætlan á Kneysum á Toftum. Hetta er norðan fyri sambýlið Vesturskin, ella oman fyri Oyrarnar. Talan er um tvær íbúðarlonir við íalt 18 íbúðum. Byggibúningararbeiðið byrjaði um ársskifti 2018/19, meðan arbeiðið uppá íbúðarbygningarnar byrjaði seinni í 2019. Á vári 2021 kundu fólk flyta inn í norðara bygningin, har talan er um 10 leiguíbúðir. Bústaðir umsitur leigumálini. Á sumri 2021 varð tann sunnara íbúðarlonin tikin í nýtslu. Talan er um 8 lutaíbúðir. Fyrsta lutaíbúðarfelag í Føroyum eftir lógini, sum Bústaðir umsitur, varð stovnað tíðliga á heysti 2021. Tað var sostatt søguligt.

 

Harumframt játtaði Nes kommuna KBH byggiloyvi til eina aðra íbúðarætlan niðanfyri Heygsveg, omanfyri íbúðirnar hjá Bústaðir. Her er eisini talan um 2 íbúðarlonir, eigaraíbúðir, við 16 íbúðum. Arbeiðið gekk væl. Tey fyrstu fluttu inn um árskiftið 2021/22, og tíðliga á sumri 2022 búðu fólk í øllum íbúðunum.

 

Í samband við íbúðarbyggingina við Heygsveg, hevur kommunan gjørd vegin av nýggjum av Regni og inneftir. Á sumri í ár varð nýggi vegurin og p-plássini asfalterað.

 

Á vári í 2021 bjóðaði kommunan út eitt øki á 2000 fermetur við Høganesvegin, oman fyri vegin í nýggu útstykkingini, alment til bygging av íbúðum/raðhúsum. Tá ið freistin var farin at lata uppskot inn, høvdu tríggjar fyritøkur latið uppskot inn. Á bygdaráðsfundi 28. juni 2021 varð samtykt, út frá eini heildarmeting, at velja uppskotið frá KBH við ávísum treytum. Talan er um seks randarhús. Verkætlanin er væl í gongd. Eftir ætlan verða tey fyrstu randarhúsini seld á sumri 2023.

 

Nes kommuna hevur nýliga broytt byggisamtyktina í einum øki við Regnavegin og við Høganesvegin. Við Regnavegin hevur kommunan ognað sær áleið 8-9000 fermetrar, og við Høganesvegin áleið 20.000 fermetrar. Endamálið er at fremja nýggjar útstykkingar til sethús, men í mestan mun til íbúðar- og raðhúsabyggingingar. Ætlanin er at leingja Høganesvegin og hava sethús í niðara síðu og íbúðir/raðhús í ovaru síðu. Á sumri 2022 bjóðaði kommunan út fýra grundøki til sølu. Tvey stór øki við Regnavegin, íalt áleið 8000 fermetrar, og tvey smærri við Høganesvegin, áleið 3000 fermetrar. Freistin at lata inn tilboð var 15. august 2022.

 

Tá ið freistin var farin, varð eitt tilboð innkomið uppá bæði økini undir Húkslondum við Regnavegin. Tilboðið var frá Sp/f Skákinum, sum hevur ætlanir um at byggja áleið 70 íbúðir á økinum. Á heysti 2022 samtykti bygdaráðið at selja S/pf Skákinum økið á leið 8000 fermetrar við tí treyt, at kommunan eigur grótið, sum nú verður nýtt til grótverjuna í Oyrunum.

 

Fyrr umrøddu økini við Høganesvegin eru í verandi løtu ikki seld, men samráðingar eru við áhugaðar keyparar.

 

Á sumri 2022 gjørdi Nes kommuna rammuavtalu við Bústaðir um bygging av íbúðum á grundøkinum sunnan fyri Kris. Í 2021 keypti kommunan økið frá Bank Nordik og Betri Banka og gjørdi arbeiðstakaraavtalu við Falkon, sum á heysti 2022 gjørdi økið byggibúgvið. Um árskiftið 2022/23 keypti Bústaðir lendið frá Nes kommunu og tók endaliga støðu til at byggja 18 leiguíbúðir til serligar málbólkar hjá Almannaverkinum. Harafturat verður bygd ein starvsfólkaíbúð. Í vár varð byggiverkætlanin boðin út. Fyri stuttum varð greitt, at tað verður byggivirkið KBH, sum fer at taka sær av byggingini, sum byrjar í summar. Eftir ætlan verða hesar íbúðir lidnar á vári 2025.

 

Annars hevur kommunan seinasta árið ikki bert givið fleiri byggiloyvi til vanlig sethús, men eisini til verkætlanir, sum fremja bygging av íbúðum við leigu fyri eyga. Sum heild má sigast, at byggivirksemi bæði av sethúsum og íbúðum framvegis er stórt.

 

Virkir og fyritøkur

Á havnalagnum er virksemi í Kassamiðstøðini, Fiskamarknaðinum og Landingarmiðstøðini á Toftum. Faroe Origin hevur saltfiskaframleiðslu í gamla Nyki. Saltfiskavirksemið hevur verið rættiliga støðugt seinnu árini. Faroe Origin selur eisini ís til skip og virkir. Við Rætt heldur MJ Saltsøla til.

 

Felags fyri virksemið í omanfyrinevndu virkjum er, at tey eru tengd at botnfiskafiskiskapinum, sum seinastu árini hevur verið rættiliga skiftandi.

 

Bakkafrost eigur virkisbygningarnar, sum Landingarmiðstøðin áður helt til í. Upprunaliga ætlanin var at nýta bygningarnar til alivirksemið hjá Bakkafrost á sjónum, bæði á Skálafjørðinum og í Sundalagnum. Bakkafrost legði í 2019 aliringar út útfyri Nesbygd.  Alivirksemið er tó ikki komið í gongd í bygningunum, sum í løtuni verða nýttir til goymslu hjá Bakkafrost.

 

Snoddbygningurin var í nøkur ár leigaður av Sandgrevstur (Sandship) og nýttur til at goyma laksafóður í. Fóðrið verður inn- og avskipað um bryggjuna á Toftum. Sandgrevstur (Sandship) hevur nú bygt egnan goymslubygning á havnalagnum, og virksemið er flutt í nýggja bygningin, sum í 2020 varð víðkaður norðureftir. Uttanumøkið til útbygningin varð gjørt liðugt og asfalterað fyrst í 2022.

 

Havnarskirvstovan hjá Nes kommunu heldur til í Snoddbygninginum. Seinasta árið hevur Kramm, sum selur vindeygu og hurðar, eisini húsast í bygninginum.

 

Byggivirksemið hevur verið nógv seinnu árini, og tey, sum arbeiða innan handverkaravinnuna, hava eisini havt nógv arbeiði í 2022.

 

Í Oyrunum er Navia og byggivirkið KBH. Við Rætt er Bilverkstaðið á Toftum og MJ-saltsølan.

 

Í 2022, eins og undanfarin ár, vóru tað virkir, fyritøkur, skip og bátar, saman við privatum og almennum arbeiðplássum, ið vóru tað fíggjarliga grundarlagið undir inntøkuni hjá kommununi.

 

Leingjan av verjugarði í Oyrunum

 

Á sumri í 2022 samtykti bygdaráðið at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá RTS, at leingja grótverjuna í Oyrunum við 80-90 metrum. Grótið verður fingið til vega í bakkanum norðan fyri Saltsøluna. Tilboðskostnaðurin var 8 mió. kr. Harafturat kemur kostnaður til trygging, ráðgeving og eftirlit. Samlaði kostnaðurin av hesum arbeiði varð mettur til íalt áleið 8,5 mió. kr.

 

Í samband við, at Skákið ognaði sær lendið til íbúðarbygging undir Húkslondum við Regnavegin, var tað ein treyt, at kommunan átti grótið, men skal gjalda fyri flutning. Í hesum sambandi samtykti bygdaráðið á heysti 2022 at víðka sáttmálan við RTS um eisini at leggja hetta grótið út í verjugarðin í Oyrunum, so samlaða longdin á verjugarðinum eftir ætlan verður áleið 180 m. Kostnaðurin verður netto 13-14 mió. kr. fyri alla grótverjuna á 180 metrar.

 

LBF hevur ráðgvið, projekterað og hevur eftirlitið, meðan Terra hevur havt til uppgávu at fáa neyðugu loyvini til vega.

 

Arbeiðið við at spreingja í bakkanum norðan fyri Saltsøluna byrjaði eftir summarfrítíðina í 2022. Tann parturin av arbeiðinum verður liðugur á sumri 2023. RTS kemur kortini at goyma stórt verjugrót í økinum eina rúma tíð aftuat, tí tað grótið verður nýtt sohvørt sum grótverjan leingist frá grótinum, sum kemur undan Húkslondum við Regnavegin. Væntandi verður verkætlanin við grótverjuni í Oyrunum komið væl áleiðis út á várið 2024.

 

Verkætlanin við grótverjuni er byrjanin til at fáa betri kyrru í Oyrunum, sum er fortreyt fyri at kunna fara undir at fremja partar av stóru ætlanunum um ein maritiman savningar- og trivnaðardepil í Oyrunum, har tað eisini so við og við ber til at byggja út, so hetta eisini verður eitt miðstaðar- og íbúðarøki.

 

Við at spreingja grótið burtur úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna hevur kommunan eisini fingið eitt størri ídnaðarøki, har fleiri áhugaverdir fyrispurningar hava verið. Í heyst verður farið undir at áseta, hvat slag av virksemi kommunan ynskir skal halda til har.

 

 

Eldraøkið

Eldraøkið verður umsitið í einum javnbjóðis samstarvi millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunu. Økistænastan, sum í 2016 fekk heitið Roðin, verður stýrd av einum stýri, sum er mannað við umboðum frá nevndu kommunum. Frá 1. januar 2021 sita hesi í stýrinum: Tórbjørn Jacobsen, RK, formaður, Arthur Johansen, SK, næstformaður, Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi fyri Nes kommunu. Kaja Joensen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Elin Klein Joensen og Sæunn Ó. Hansen fyri Runavíkar kommunu og Hans Anders Jacobsen fyri Sjóvar kommunu.

 

Roðin hevur lagt stóran dent á at hava eina væl skipaða og trygga eldrarøkt, so hetta týdningarmikla øki verður væl umsitið. Eisini hevur stórur dentur verið lagdur á, at tænasturnar framhaldandi verða mentar.

 

Í 2020 byrjaði ein umfatandi umbygging á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Umbygginging skuldi eftir ætlan verða liðug á heysti 2021, men dró hetta nakað langt út í 2022. Umbyggingin hevur til endamáls at gera umstøðurnar soleiðis, at raksturin verður meira effektivur. Ístaðin fyri at hava tveir køkar, verður tað til ein. Heimatænastan og heilsufrøðingarnir, sum áður hava húsast í Heilsumiðstøðini, hava nú høli her. Eisini er gamli svimjihylurin umvældur og lýkur nú tey nýggju krøvini.

 

Síðan 2007 hevur Nes kommuna havt mattænastu til tey eldru. Mattænastan verður nú umsitin av Roðanum, og verða døgurðar koyrdir út í heimini, fimm dagar um vikuna. Tað eru fleiri heimabúgvandi eldri fólk, sum gera brúk av hesi tænastuni.

Dagtilhaldið heldur til í Vesturskin, har 15-20 kvinnur regluliga hittast tríggjar seinnapartar um vikuna. Virksemið, sum kvinnurnar sjálvar skipa, verður stuðlað fíggjarliga av Nes kommunu. Kommunan skipar fyri koyring av teimum, sum hava brúk fyri tí.

 

Bátafelagið á Toftum hevur síðan stovnanina hýst Undirhúsinum, sum er opið allar dagar uttan sunnudag. Nes kommuna hevur seinastu árini latið peningaligan stuðul til rakstur av virkseminum í Undirhúsinum.

 

Seinastu tvey árini hevur verið arbeitt við at seta Mathiasa pakkhús í stand til at hýsa virkseminum hjá Undirhúsinum. Stovnað er felag til at taka sær av hesum. Talan er um eina rættiliga stóra íløgu, og í hesum sambandi hevur Nes kommuna stuðlað íløguni við 40.000 kr í 2022.

 

Í summar hava Undirhúsið og Nes kommuna undirskrivað samstarvsavtalu, sum inniber, at Nes kommuna fer at innrætta alment-wc í kjallarahæddini. Nes kommuna hevur somuleiðis gjørt eina leiguavtalu við Undirhúsið í hesum sambandi. Leigugjaldið er á leið tað sama, sum kommunan seinnu árini hevur stuðlað Undirhúsinum við.

 

Heilsudepil

Nes kommuna eigur Heilsudepilin í Runavík saman við Runavíkar kommunu. Seinnu árini hava kommunurnar við Skálafjørðin samskift nógv við Heilsumálaráðið um støðuna á kommunulæknaøkinum, sum als ikki er nøktandi, tí trupult er at fáa fastar læknar í starv. Vit vóna veruliga, at Heilsumálaráðið fer at megna at fáa loyst hesa avbjóðinga til gagns fyri okkara borgarar.

 

Samstarvsavtalan millum kommunurnar við Skálafjørðin hevur eisini til endamáls at kunna veita fleiri og støðugt betri heilsutænastur til borgarar í Skálafjarðar Læknadømi. Ætlanin er, at alt størri partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri við tíðini skal kunna fara fram í Heilsudeplinum. Til tess at kunna røkja allar hesar uppgávur, fara í framtíðini at starvast enn fleiri fakfólk.

 

Seinastu árini eru umvælingar og dagføringar gjørdar á Heilsudeplinum soleiðis, at umstøður eru til tríggjar kommunulæknar. Í 2017 setti Heilsumálaráðið fjórða kommunulæknan við Skálafjørðin. Í løtuni húsast tríggir læknar í Runavík og ein lækni á Strondum.

 

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

Eisini á barnaverndarøkinum samstarvar Nes komma við Runavíkar- og Sjóvar kommunu. Hetta er eitt sera týdningarmikið øki, sum vit røkja samsvarandi barnaverndarlógini. Barnaverndartænastan heldur til í Runavík, í Heiminum á Mýrinum, sum Barnaverndartænastan leigar frá Roðanum.

 

Várdagar

Seinastu árini hevur Nes kommuna skipað fyri Várdøgum, tó ikki í 2020, vegna koronu. Várdagar, sum upprunaliga var eitt mentanar- og trivnaðartiltak, er nú eisini merkt av tiltøkum, ið varpa ljós á heilsufremjandi átøk. Várdagarnir eru altíð í vikuni undan Bátafestivalinum, sum á hvørjum ári er fyrsta vikuskifti í mai. Byrjað verður við ruddingardegi, og í 2022 varð eisini skipað fyri rudding í sjónum fram við bryggjuni á havnalagnum.

 

Onnur mentanarlig tiltøk

Millum ár og dag hava mong onnur mentanarlig tiltøk verið. Sum nakað nýtt skipaði Tofta Ítróttarfelag fyri stórum Bilafestivali á Svangaskarði fyri fyrstu ferð í 2021. Tiltakið var sera væl eydnað, og savnaði hópin av fólki. Í 2022 varð tiltakið endurtikið á Svangaskarði, meðan tiltakið var á havnalagnum í 2023.

 

Í samband við at Nes kommuna fór upp um 1500 fólk í des. 2022 og tók við býarheitinum, varð skipað fyri hugnaligari samkomu í fimleikahøll skúlans í februar 2023.

 

Í mong ár er tað eitt afturvendandi tiltak á Toftagjógv fyrst í juli mánað, tá ið Team Rynkeby Føroyar kemur á vitjan.

 

Vit kunnu fegnast um, at tá ið kommunan ella onnur skipa fyri tiltøkum, so standa fólk í lokaløkinum sera væl saman. Tað er hugaligt, tí á henda hátt eru tiltøkini gevandi, savnandi og mennandi fyri allar okkara borgarar.

 

Av og á fær kommunan forkunnuga vitjan. Vit kunnu nevna, at á sumri í 2021 var søgulig Drotningavitjan í Nes kommunu, og á vári 2023 høvdu vit grønlendska vitjan í Nes kommunu Tá var býráðið í  Nord kommunu í Grønlandi ein fyrrapart og kunnaði seg um umstøðurnar hjá okkum.

 

Vatn

Nes kommuna tekur regluliga vatnroyndir, sum verða sendar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna til kanningar. Vatngóðskan er sostatt altíð undir strongum eftirliti.

 

Fyri at vatngóðskan kann vera so góð sum gjørligt, verður pumpað vatn úr Toftavatni, áðrenn vatnið minkar ov nógv í okkara vanligu vatngoymslum, og hjálpir hetta heilt væl. Men hetta økir um kostnaðin, og tí vil kommunan heita á øll í kommununi, tað verði seg privatfólk og virkir, at ansa eftir ikki at lata vatn renna óneyðugt. Tað er bæði kostnaðarmikið og skilaleyst at lata sóttreinsað vatn renna burtur.

 

Í 2020 vórðu avsettar 1,4 mió kr til eina nýggja pumpuskipan við vatnbrunnarnar á Regnavegnum. Arbeiðið varð liðugt á sumri 2021. Vit fegnast um, at trýstið í kranunum í innara parti av kommununi, okkum vitandi, er hóskandi.

 

Lokið á tí eina vatnbrunninum við Regnavegin er umvælt á heysti 2022.

 

Í 2022 varð avgjørt at keypa eitt “agrigat” til reinisverkið. Tað hevur tikið longri tíð enn væntað at fáa hetta til vega, men í skrivandi løtu er “agrigatið” komið til landið. Tað verður sett upp beint eftir summarfrítíðina í ár. Við hesum átaki kann tryggjast, at allir íbúgvar við Gaddavegin eins og Blákrossheimið fáa vatn, hóast tað er streymslit.

 

Fyrst í hesum valskeiðnum var farið at kanna, hvussu og hvat skuldi gerast til tess at fáa “litin” úr drekkivatninum. Miðvísar kanningar eru gjørdar til at finna nýtiligar loysnir. Í løtuni ger MEST eina royndarverkætlan fyri kommununa. Í stuttum kann sigast, at í royndarverkætlanini verður kol nýtt til at taka “litin” úr vatninum. Endalig úrslit av verkætlanini verða væntandi tøk í augst/september. Eru úrslitini frá verkætlanini nøktandi, er Nes kommuna klár at taka av tilboðnum, sum MEST hevur bjóðað.

 

Í ár eru annars nýggj UV-filtur keypt og uppsett. Eisini hevur kommunan bílagt nýggja automatiska returskoling, sum eisini fer at bøta um vatngóðskuna.

 

Pumpuhúsið við Toftavatn er í 2022 og á vári 2023 raðfest við nýggjari pumpu og stýringum, so væntandi fer íløgan í vatnskipanina samanlagt at kosta áleið 1,7 mió. kr í 2023.

 

Kloakkir

Kommunan hevur sum málsetning, at øll økini í kommununi skulu hava kloakk- og vatnviðurskifti í lagi. Í øllum útstykkingum framyvir verður vatn, kloakk, el, telefon v.m. lagt í skipaðar leiðingar, eins og tær eldru leiðingarnar verða dagførdar eftir tørvi.

Nes kommuna er eisini miðvíst farin undir at skráseta allar leiðingar í talgildari skipan.

 

 

Fipur kaðal

Á heysti 2022 varð avtala gjørd við FT-NET um at fáa loyvi at leggja fipur í teir kommunalu vegirnar. Arbeiðið byrjaði úti á Nesi tíðliga í 2023. Væntandi hava øll húsarhald fingið fipur innlagt á heysti 2023.

 

Fríðkan

Á hvørjum ári verður skipað fyri ruddingardegi, og borgarar hava møguleika fyri at fáa sær plantupakka. Kommunan roynir eftir førimuni at brúka nógva orku uppá rudding og fríðkan.

 

Kommunan heitir á øll í kommununi um at taka upp órudd og lúka ókrút, sum veksur fram við vegnum, sum liggur upp at grundøkinum hjá borgarunum. Tað, at kommunan er ruddilig og væl røkt, er til gleði fyri okkum øll, sum búgva her, og eisini fyri tey, sum vitja okkum.

 

Skøra

Runt um í kommununi sæst skøra á nøkrum støðum. Til tess at fyribyrgja, at skøra fær fótafesti og spjaðir seg, verður heitt á fólk um at grava skøruna upp í egnum øki og í felagsøkjum. Umráðandi er at taka skøruna upp við rót. Skøran skal í ein posa, sum verður burturbeindur sum vanligt húsarhaldsburturkast, sum verður brent.

Heitt verður á fólk um ikki at brúka týningarevni ella salt móti skøruni. Hetta situr leingi eftir í jørðini og ávirkar annan gróður og umhvørvið annars. Tá ið skøran er tikin upp, kann sáast ella plantast við øðrum vøkstri, soleiðis at skøra ikki festur seg aftur.

Oftast sæst skøra framvið vegum, gøtum og á traðum í kommununi, har hon hevur fest seg í lendið, har annar vøkstur ikki er so nógvur. Fær skøra fótafesti, kann hon vaksa seg stóra og spjaðast.

Rotta

Vit mugu øll í felag royna at halda rottuni burtur. Lógin áleggur hvørjum einstøkum borgara í mestan mun at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur. Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, skal venda sær til kommununa, so kommunan kann skráseta, hjálpa og samstundis veita vegleiðing um, hvussu best verður fyribyrgt rottum.

Fóður og matleivdir eiga ikki at liggja og flóta uttandura. Um tú t.d. hevur hønur ella annan flogfenað á ogn tíni, ella um tú gevur fuglum ella villkøttum, mást tú ansa væl eftir ikki at geva ov nógv. Vandin fyri rottum er í slíkum førum stórur. Vit mugu hjálpast at til tess at halda rottuni burtur.

 

Hundar og onnur djór

Tað kemur fyri, at íbúgvar í kommununi gera vart við, at hundar og onnur djór ganga leys, og at hundaeigarar ikki taka hundalortin upp. Kommunan heitir á øll, sum eiga hund, um at hava hundin í bandi, og at hundalortur altíð verður tikin upp.

 

Nes kommuna hevur eina samstarvsavtalu við Runavíkar kommunu um leysgangandi djór. Soleiðis er Nes kommuna ein partur av samstarvsavtaluni, sum Runavíkar kommuna hevur við Føroya Landfúta. Um borgarar ynskja at boða frá leysgangandi djórum, skal boðast frá á Politistøðini í Runavík. Hetta er staðfest í reglugerð dagfest 12. juni 2002.

 

Ferðsla og parkering

Kommunan fær ofta fráboðanir frá borgarum um, at bilførarar koyra ov skjótt. Ov høg ferð kann hava álvarsligar avleiðingar við sær. Nes kommuna heitir tí á allar bilførar í kommununi um altíð at verða ansin í ferðsluni. Vinarliga haldið tykkum niðanfyri hámarksferðina, sum skeltir og ferðslulógin annars áseta. Koyrið altíð eftir umstøðunum!

 

Eisini fær kommunan javnan áheitan, bæði munnliga og skrivliga, um skilaleysa parkering. Húsarhald eiga at hava tvey, og tey nýggjaru trý p-pláss á egnum øki. Parkering á gongubreytini er eisini til stóran ampa mangan, og eigur als ikki at fyrikoma.

Bygdaráðið samtykti í 2022 at gera ítøkilig átøk til tess at fáa trygga parkering. Soleiðis fingu, í fyrstu atløgu, íbúgvar við Høganesvegin, sum enn ikki hava síni viðurskifti í lagi, álagt at fáa hetta gjørt innan ávísa tíðarfreist. Kommunan fegnast um, at seinasta árið hava fleiri fingið síni viðurskifti í rættlag. Tó er ikki komið á mál, og hesum fer kommunan at fylgja upp.

Heitt verður hervið staðiliga á allar borgarar um at vísa skynsemi og fyrilit, tá bilarnir verða parkeraðir, soleiðis at hugsað verður um trygdina og góðar koyriumstøður.

 

Á vári 2023 varð gjørt eitt alment parkeringspláss innalaga á Høganesvegnum. Ætlanin er eisini, stig fyri stig, at gera fleiri almenn parkeringspláss.

 

Gamlir bygningar

Ódnarveður kann gera stórar skaðar á sethús, úthús og neyst. Nes kommuna heitir á borgarar um at umvæla sethúsaognir, úthús og neyst, áðrenn veturin kemur aftur, soleiðis at leysir bygningslutir ikki gera skaða av sær, tá óðnarveður aftur leikar á.

 

Dagstovnaskipanin

Dagstovnaøkið er kommunalt burturav. Sambært lóg skal kommunan rinda í minsta lagi 70% av útreiðslunum til dagstovnaskipanina, meðan foreldrini í mesta lagi gjalda 30%. Seinnu árini hevur Nes kommuna so við og við goldið ein størri part enn ásett í lógini.

 

Kommunan arbeiðir áhaldandi fyri at veita 100% trygd fyri, at børn kunnu koma á dagstovn.

 

Í Vøggustovuni, sum varð bygd í 2016, eru tríggjar stovur, normeraðar til 12 børn hvør.

Vøggustovan er ætlað børnum, ið eru frá 0 til 3 ár. So hvørt tað er tørvur á plássi til nýggj børn, flyta børn úr vøggustovuni í barnagarð tað árið, tey fylla 3 ár. Hetta er frá januar til juni.

 

Børn í aldrinum 2,5 til 6 ár fáa tilboð um at koma í barnagarð. Barnagarðurin leggur dent á, at børnini hava nógvar og góðar rørslur í gerandisdegnum og í stóran mun koma nógv út í náttúruna.

 

Barnagarðurin á Svangaskarði varð seinast útbygdur í 2011. Í 2021 vórðu útveggirnir í tí gamla bygninginum klæddir. Í 2022 varð bygningurin málaður. Í løtuni eru 124 børn samanlagt í Barnagarðinum á Svangaskarði. Í Vøggustovuni er tríggjar stovur, meðan fimm stovur eru í Barnagarðinum.

 

Barnagarðurin á Toftum liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi, tætt við Toftavatn og beint við Ítróttarøkið á Svangaskarði, har eitt nýtt spælipláss bleiv gjørt í 2017 og dagført í 2022. Eisini spæliplássini við sjálvan Barnagarðin og Frítíðarskúlan er partvís dagførd. Í summar er ætlanin at halda fram við hesum dagføringum.

 

Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur í Nes kommunu, og barnatalið er hækkað nakað. Við teimum bústaðarkørmum, sum kommunan hevur gjørt og ætlar at gera, so fer barnatalið vónandi eisini at hækka komandi árini.

 

Býráðið og Trivnaðrnevndin fylgja væl við gongdini og eru í ferð við at umrøða, hvussu og nær neyðugt er at útbyggja. Í 2022 varð útiøkið dagført, tað arbeiðið heldur fram í 2023.

 

Skúlabólkurin Samspírin:

Stórur dentur verður lagdur á at gera børnini í skúlabólkinum klár til fólkaskúlan, og tí er eitt formligt samstarv millum Samspíran og Tofta skúla. Samstarvað verður um menningina í lesing og rokning. Hetta verður m. a. gjørt ígjøgnum spæl. Endamálið er at byggja brýr millum stovn og skúla. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakbólkarnir samstundis kunnu samstarva á námsfrøðiligum grundarlagi. Skipaða samstarvið er grundað á verkætlanir, sum Jørgen Frost, kendi professarin og granskarin, hevur gjørt bæði í Danmark og Noreg. Samstarvið hevur heitið ”Samspírin”.

 

Samstarvið millum Samspíran og skúlan er skipað soleiðis, at frá januar til juni, er lærarin, sum kemur at hava børnini í føroyskum og rokning, knýttur at arbeiðnum í Samspíranum nakrar tímar um vikuna. Tá ið børnini byrja í skúla í august, verður námsfrøðingurin knýttur at arbeiðinum í 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna.

 

Frítíðarskúlin á Brekkukletti er normeraður til børn úr 1. og 2. flokki. Frítíðarskúlin bjóðar ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg. Frítíðarskúlin leggur dent á at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu og persónligu.

 

Í 2018 samtykti bygdarráðið at út- og umbyggja Frítíðarskúlan. Í nýggja bygninginum eru tvær nýggjar stovur, har m.a. Samspírin heldur til. Arbeiðið uppá út- og umbyggingina byrjaði í 2019. Ætlanin var, at arbeiðið skuldi verða liðugt við árslok 2020. Arbeiðið varð av ymiskum orsøkum nakað seinkað. Tann nýggi parturin av bygninginum varð tikin í nýtslu seint á vári 2021. Nývalda bygdaráðið samtykti eisini at gera fleiri ábøtur á gamla bygningin eins og at betra um umstøður uttanfyri. Almenn framsýning av bygninginum var á sumri 2022.

 

Samtykt er at betra munandi um útiøkið í 2023.

 

Á vári í 2024 er ætlanin at innrætta eina stovu afturat í kjallaranum.

 

Barnagarðurin hevur opið frá 7-17. Frítðarskúlin hevur opið frá 07.30-17.

 

Um ein familja hevur fleiri enn tvey børn í dagstovnaskipanini, er triðja barnið ókeypis.

 

Í 2021 hevur bygdaráðið samtykt, at Frítíðarskúlin hevur opið fleiri dagar enn skúlin. Hendan skipan verður kunngjørd fyri foreldrunum leypandi.

 

Ungdómshús

Í 2011 lat Ungdómshús upp í bygdini. Hetta er eitt tilhaldstað fyri tey ungu millum 13 og 18 ár. Tey fyrstu árini varð hildið til í bygninginum hjá Bank Nordik á Toftum. Ungdómshúsið hevur seinastu árini verið í ”Lítla skúla”.

 

Ungdómshúsið er eitt tiltak, sum lokala Blákrossfelagið tók stig til og hevur umsitið síðani, meðan kommunan letur høli og stuðul til lønarútreiðslur, svarandi til eitt ársverk.

 

Skúlin

Tofta skúli er ein livandi skúli, ið hevur sum virðisgrundarlag: felagsskapur, faklig menning og trivnaður.

Uml. 220 næmingar ganga í løtuni í Tofta skúla. Í Tofta skúla starvast 22 lærarar, tríggir stuðlar, eitt skrivstovufólk hálva tíð, ein húsavørður, átta vaskifólk, eitt fólk í svimjihøllini í sambandi við, at høllin verður leigað út og almenna svimjing.

 

Tofta skúli hevur í fleiri ár samstarvað við Runavíkar kommunuskúla um breytir og vallærugreinir í 10. flokki. Hetta hevur havt við sær meiri fjølbroytt útboð av breytum.

 

Býráðið hevur hesa setuna sett sær fyri veruliga at halda fram at dagføra skúlabygningin. Í 2021 og 2022 er at nevna, at 1958-bygningurin er klæddur og fingið búmerki, at vit hava fingið nýggj og umbygd høli til musikkskúlan og at brek í fimleikahøllini er umvælt.

 

Á heysti í 2023 verður alis/evnafrøðistovan nútímansgjørd.

 

Býráðið fylgir væl við gongdini í barnatalinum og hevur greiðar ætlanir um útbygging, tá ið tað gerst neyðugt. Í fyrsta umfari verður 1981-bygningurin dagførdur.

 

Svimjihylurin verður nógv nýttur bæði í skúlatíðini og eftir skúlatíð. Vatnið er heitt mikudagar og leygardagar. Seinastu tvey árini er svimjihylurin munandi nútímansgjørdur, eisini til at lúka herd krøv frá myndugleikunum.

 

Í svimjihylinum verður nýggj ventilatiónsskipan sett upp í 2023. Átakið hevur til endamáls at betra um inniumhvørvið og spara orku.

 

Kvøldskúlatilboð eru á hvørjum ári. Seinastu árini er kvøldskúlaskipanin munandi ment, og alsamt fleiri borgarar hava gjørt nýtslu av skipanini. Johnleif Gerðisá hevur verið kvøldskúlaleiðari síðan 1. august.

 

Bókasavnið

Bókasavnið í Nes kommunu, sum heldur til á 2. hædd í Tofta skúla, hevur opið 2 ferðir um vikuna, mánadag frá kl. 16.00 til 18.00 og mikudag frá kl. 19.00 til kl. 21.00.

 

Bókasavnið hevur ein lesiring saman við bókasavninum í skúlanum við Løkin í Runavík, har tey, sum eru í lesiringinum, hittast uml. sættu hvørja viku.

 

Um veturin skipar Bókasavnið fyri ávísum tiltøkum – ofta tiltøk, sum varpa ljós á siðsøguligt tilfar.

 

 

Ítróttur

Kommunan roynir áhaldandi at hava góðar karmar, soleiðis at góður møguleiki er fyri at íðka ítrótt í Nes kommunu.

 

Á Svangaskarði eru góðir møguleikar fyri uttandura ítrótti, bæði fótbólti og frælsum ítrótti. Eisini er fitnessútgerð uttandura og innandura, sum allir borgarar ókeypis kunnu gera brúk av. Um árskiftið varð venjingarrúmið víðkað og nýggj útgerð keypt. Harumframt er eisini eitt spælipláss til børn.

 

Í 2023 verða stórar íløgur gjørdar á Svangaskarði: nýggjur køkur, nýggj máltalva, nýggj vallarljós eins og vøllurin er dagførdur

 

Í Tofta skúla verður stóra fimleikarhøllin nógv nýtt til innandura ítrótt vetrarhálvuna, eins og svimjihylurin verður nógv nýttur til svimjivenjing.

 

Tað er eingin loyna, at ítróttarfeløgini fegin høvdu ynskt sær fleiri venjingartímar í fimleikahøllini. Hesi ynski er kommunan væl vitandi um og vil gera alt fyri, at verandi høli verða so skynsamt brúkt sum møguligt.

 

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fyrireika bygging av “høll fyri øll” á Svangaskarði. Í 2022 valdi Nes kommuna at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða fyri at fáa neyðugar tilsagnir og neyðugu fíggingina. Í bólkinum eru Jaspur Langaard, formaður, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Dakko Petersen, form. í Teknisku nevnd, Niclas Davidsen og Selma Hansen, sum er skrivari í bólkinum.

 

Í summar hevur FSF givið Nes kommunu treytaða tilsøgn, sum merkir, at um bólkurin, vegna kommununa, megnar at fáa neyðugu fíggingina uppá pláss, so vil FSF játta munagóða fígging.

 

Arbeiðsbólkurin vónar at kunna koma til eina niðurstøðu í hesum árinum.

 

Tannrøkt

Nes kommuna hevur avtalu við Tannlæknastovuna í Saltangará um barnatannrøktina, ið umfatar øll børn frá 0 ár til 18 ár, sum sambært løgtingslóg fáa ókeypis tannrøkt frá kommununum.

 

Virðisgrundarlag, tilverugrund (missión) og hugmynd (visión) fyri Nes kommunu

Í 2015 skipaði Nes kommuna fyri arbeiðsdøgum fyri starvsfólkunum hjá kommununi, har endamálið við hesum arbeiðsdøgum var at orða virðisgrundarlag, tilverugrund (missión) og hugmynd (visión) fyri kommununa. Úrslitið av arbeiðnum var eitt tilmæli til bygdarráðið, og á bygdarráðsfundi tann 28. sept. 2015 samtykti bygdarráðið orðingina av virðisgrundarlagi, tilverugrund og hugmynd. Samtyktin er soljóðandi:

 

Virðisgrundarlagið

Virðini eru tey grundsjónarmið, sum Nes kommuna byggir á, og sum skapa tann hugburð, sum er grundarsteinurin undir øllum tí, ið vit gera. Virðini eru hjartað í Nes kommunu.

  • Trivnaður

Kommunan er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast, millum annað við at skapa karmar fyri frítíð og mentan.

  • Ábyrgd og álit

Nes kommuna tekur ábyrgd. Saman, við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, skapa vit álit ímillum borgara og kommunu.

  • Menning

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atlitið til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum.

 

Tilverugrund (missión)

Tilverugrundin lýsir orsøkina, at vit eru til. Hví vit ikki kunnu verast fyri uttan. Hon sigur, hví vit gera tað, sum vit gera, og er samstundis okkara lyfti til borgararnar.

Nes kommuna – ein kommuna fyri øll.

 

Hugmynd (visión)

Hugmyndin er okkara leiðistjørna, sum vísir hvagar vit ætla okkum. Hon er okkara hægsta mál. Eitt mál, sum vit ikki við vissu klára at fullføra, men sum vit stremba eftir, og harvið skapa góð úrslit.  Vit vilja skapa lív og ganga fremst.

 

 

 

 

ÁRSROKNSKAPURIN FYRI 2022

 

Niðanfyri er ein stutt lýsing og samanbering av tølunum í roknskapinum við tillagaðu fíggjarætlanini fyri 2022.

 

RAKSTUR

 

INNTØKUR

Skattur

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2022, eftir frádrátt av rentustuðli, er upp á 73.167 tkr, sum er 4.146 tkr. hægri enn nettoskattainntøkan í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við eini nettoskattainntøku fyri 2022 upp á 67.682 tkr.

 

Av teimum 4.146 tkr. stava tkr. -95 frá rentustuðli, tkr. -1.165 frá felagsskatti, tkr. 4.302 frá persónskatti, tkr. 1.245 frá eftirlønargjøldum og tkr. -141 frá DIS, FAS og øðrum frádráttum.

 

Brúkaragjøld/Havnagjøld

Roknskapurin vísur eina inntøku á 6.560 tkr., ið er 154 tkr. minni enn inntøkan í 2021. Kommunan hevur fingið minni inntøku á ansingar- og havnaøkinum og eina meir innøktu viðv. útleigan av fimleikarhøllini og kvøldskúlanum. Samlað ein minni inntøka á tkr. 154.

 

Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við eini inntøku fyri 2022 upp á 6.553 tkr..

 

50% av inntøkuni stava frá ansingarøkinum og 30% stava frá Tofta havn.

 

NETTOÚTREIÐSLUR

Tann samlaði raksturin hjá kommununi fyri 2022 var 1.759 tkr. minni enn roknað varð við.

 

Nettoútreiðslurnar í 2022 eru býttar soleiðis:

 

tkr.                                                         Roknskapur                Fíggjarætlan

 

  • 1. Kommunal fyrisiting                   4.803                                                         5.049
  • 2. Almanna- og heilsumál            20.316                                                     20.456
  • 3. Børn og ung                                    13.846                                                      14.368
  • 4. Undirvísing                                      4.528                                                         4.486
  • 5. Mentan og frítíð                            4.569                                                         4.857
  • 6. Teknisk mál                                     5.208                                                          5.590
  • 7. Kommunal virki                              3.607                                                          3.830

                                                                          56.877                                                   58.636

 

  • 1. Kommunal fyrisiting

Fíggjarætlanin var upp á 5.049 tkr., roknskapurin vísir 4.803 tkr., hetta er ein minninýtsla á 246 tkr.. Minninýtslan er býtt í smærri upphæddir, á ymiskar stovnar, so sum Kommunuskrivstovan, Tekniska fyrisitingin og aðrar kommunalar útreiðslur v.m..

 

 

 

  • 1, Kommunal fyrisiting umfatar m.a. samsýningar og aðrar útreiðslur til bygdaráð, útreiðslur í samband við val, kommunufyrisiting, aðrar kommunalar útreiðslur, fyrisiting av teknisku deild og limaskapurin í Kommunufelagnum.

 

  • 2. Almanna- og heilsumál

Fíggjarætlanin var á 20.456 tkr., roknskapurin vísir 20.316 tkr., sum er ein minninýtsla á 140 tkr.. Minninýtslan er býtt í smærri upphæddir á ymiskar stovnar.

 

  • 2, Almanna- og heilsumál umfatar m.a. kostnað fyri kommunurnar part av rakstrinum av hvíldarheiminum Naina, Heilsudeplinum í Runavík, skúlasjúkrarøktarfrøðinginum, skúlatannlæknanum, Stuðulsveitingum til endamál innan almanna og heilsumál, Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, Barnaverndarstovu Føroya, Roðin økistænastuni, Serflutningstænastuni, Dagtilhaldinum og fríplássum í kommunalu barnaansingini.

 

  • 3. Børn og ung

Fíggjarætlanin var á 14.368 tkr., roknskapurin vísir 13.846 tkr., sum er ein minninýtsla á 522 tkr.. Minninýtslan er býtt í smærri upphæddir á ymiskar stovnar.

 

  • 3, Børn og ung umfatar kostnað í sambandi við Barnagarðin, Frítíðarskúlan, Ungdómshúsið og umvælingar og viðlíkahald av bygningunum hjá hesum stovnum. Eisini kostnaðurin av stuðlunum til børn við serligum tørvi er við í hesi grein.

 

  • 4. Undirvísing

Fíggjarætlanin var á 4.486 tkr., roknskapurin vísir 4.528 tkr., hetta er ein meirýtsla á 42 tkr.. Meirnýtslan er býtt í smærri upphæddir, á ymiskar stovnar.

 

  • 4, Undirvísing umfatar m.a. umsitingar- og viðlíkahaldskostnaðin av Tofta skúla, herundir løn til umsjónar- og vaskifólk, undirvísingartilfar, endurgjald fyri lærlingaútreiðslur (Tekniski skúli) og árligt gjald til NSR-tænastuna.

 

  • 5. Mentan og frítíð

Fíggjarætlanin var á 4.857 tkr., roknskapurin vísir 4.569 tkr., hetta er ein minninýtsla á 288 tkr.. Minninýtslan er býtt í smærri upphæddir á ymiskar stovnar.

 

  • 5, Mentan og frítíð umfatar m.a. musikkskúlan, kvøldskúlan, bygdabókasavnið, jóla- og nýggjárshald, mentanartiltøk, stuðul til mentan og ítrótt – herundir lokalu ítróttarfeløgini og bygdasavnið; eisini umsiting og viðlíkahald av ítróttarøkinum á Svangaskarði og svimjihøllini.

 

  • 6. Teknisk mál

Fíggjarætlanin var á 5.590. tkr., roknskapurin vísir 5.208 tkr., hetta er ein minninýtsla á 382 tkr.. Minninýtsla er á flestu stovnum uttan á stovninum viðlíkahald vegir og kavarudding.

 

  • 6,Teknisk mál umfatar m.a. umsiting og viðlíkahald av ymiskum ognum hjá kommununi, tó ikki teimum bygningum, sum knýta seg til ávísa grein. Herundir er eisini fríðkan, gøtan við Toftavatn, hegn og bøgarðar, kirkjugarðar og jarðarferðir, vatnveiting, kloakkir, vegir, kavarudding, gøtuljós og viðlíkahald av rakstrargøgnum.

 

 

 

  • 7. Kommunal virki

Fíggjarætlanin var á 3.830 tkr., roknskapurin vísir 3.607 tkr., hetta er ein minninýtsla á 223 tkr.. Minninýtslan er býtt í smærri upphæddir á ymiskar stovnar.

 

  • 7, Kommunal virki umfatar m.a. renovatión, herundir IRF og Endurnýtsluvirkið, Skálafjarðar Sløkkilið og moldgoymslurnar. Havnalagið umfatar kommunal virkir, tvs. umsiting, viðlíkahald, el v.m. í sambandi við virksemið á havnalagnum.

 

 

ÍLØGUR

 

Útreiðslur/inntøkur

Samlaða íløguupphæddin á tillagaðu fíggjarætlanini fyri 2022 var 20.581 tkr., meðan roknskapurin hevði eina samlaða íløgu á 13.656 tkr., hetta er ein minninýtsla á 6.925 tkr..

 

Íløgurnar í 2022 eru býttar soleiðis:

 

tkr.                                                         Roknskapur                Fíggjarætlan

1. Kommunal fyrisiting                  0                                                      0

2. Almanna- og heilsumál          766                                           535

3. Børn og ung                                1.041                                        1.003

  • 4. Undirvísing                                  2.522                                      2.550
  • 5. Mentan og frítíð                          801                                        1.382
  • 6. Teknisk mál                                 3.733                                      5.596
  • 7. Kommunal virki                            4.793                                    9.515

Íalt                                                                    13.656                           20.581

 

  • 2. Almanna- og heilsumál – íløga

Ìløga/dagføring í Heilsudeplinum í Runavík, sum Nes- og Runavíkar kommuna eiga í felag, varð í 2022 gjørd fyri 200 tkr., av hesum var parturin hjá Nes kommunu 64 tkr.. Samb. Fíggjarætlanini vóru 82 tkr. settar av til Heilsudepilin í Runavík.

 

Í 2022 eru íløgur/dagføringar gjørdar á Ellis- og Røktarheiminum fyri í alt 3.316 tkr., parturin hjá Nes kommunu var 702 tkr.. samb. fíggjarætlanini vóru 453 tkr. settar til Ellis- og Røktarheimið.

 

  • 3. Børn og ung – íløga

Í 2022 vórðu 250 tkr. settar av til útiøkið hjá barnagarðinum og 753 tkr. til útiøkið og bygningin hjá frítíðarskúlanum, í alt 1.003 tkr.. Nýttar vóru íalt 1.041 tkr., av hesum 282 tkr. til barnagarðin og 759 tkr. til frítíðarskúlan. Ein meirnýtsla á 38 tkr..

 

  • 4 Undirvísing – íløga

Í 2022 vóru 2.550 tkr. settar av til nýgerð av Toftaskúla, nýttar vóru 2.522 tkr., ein minninýtsla á 28 tkr.. Av teimum 2.522 tkr. eru 360 tkr. nýttar fyri at fáa arbeiðið uppá at klæða bygningin v.m. liðugt, 89 tkr. eru nýttar til nýtt búmerkið, 31 tkr. til projektering av stovuni til Alis- og evnafrøði og 2.041 tkr. til gerð av nýggjari tónleikastovu til Musikkskúlan.

 

  • 5 Mentan og frítíð

Í 2022 vóru 650 tkr. settar av til nýggja ventilatión til Svimjihylin, nýttar vóru bert 167 tkr.. Eisini vóru 732 tkr. settar av til Svangaskarð, nýttar vórðu 635 tkr.. Peningurin ið ikki blevi nýttur í 2022, verður fluttur til 2023 at nýta.

 

  • 6. Teknisk mál – íløga

Í 2022 vóru í samb. við byggibúning nýttar 235 tkr. á Høganesvegnum og 601 tkr. á Ólavsvegnum. 2.643 tkr. vóru nýttar til keyp av lendi við Regnavegin, Høganesvegin og ymsa staðni í bygdini; og 753 tkr. vóru nýttar til gerð av grundstykkjum ymsa staðni í bygdini, í alt ein útreiðsla á 4.232 tkr.. Í 2022 blivu grundstykkir seld fyri 2.424 tkr., tvs. ein netto útreiðsla á 1.809 tkr., samb. fíggjarætlanini vóru 1.755 tkr. settar av til byggibúning.

 

Til Reinsiverkið vóru 550 tkr. settar av, nýttar vóru bert 130 tkr.. Peningurin, ið ikki bleiv nýttur í 2022, verður fluttur til 2023 at brúka.

 

Til Spillvatnsætlanina vóru 100 tkr. settar av, nýttar vóru 0 tkr.. Peningurin, ið ikki bleiv nýttur í 2022, verður fluttur til 2023 at brúka.

 

Avsettar vóur 2.870 tkr. til liðugtgerð av Heygsvegi, nýttar vóru 1.474 tkr.. Peningurin, ið ikki bleiv nýttur í 2022, verður fluttur til 2023 at brúka.

 

Í 2022 vóru avsettar 321 tkr. til keyp av kommunubilum v.m., nýttar vóru 320 tkr.

 

  • 7. Kommunal virki – íløga

Í 2022 er enn ein pressubingja keypt til endurnýtsluvirkið, eisini er økið planerað og asfalterað, í alt ein nýtsla á 465 tkr., avsettar vóru 465 tkr. til endurnýtsluvirkið.

 

430 tkr. eru nýttar til moldgoymsluna, av hesum eigur Runavíkar kommuna 293 tkr.. Íalt ein kostnaður hjá Nes kommunu á 137 tkr.. Avsettar vóru 160 tkr. til moldgoymsluna

 

Í 2022 vóru 8.890 tkr. settar av til íløgu av Havnini, størsti parturin er til leingjan av grótverjuni í Oyrunum. Nýttar vóru 4.191 tkr.. Peiningurin, ið ikki blevi nýttur í 2022, verður fluttur til 2023 at brúka.

 

FÍGGJARSTØÐA

 

Tøkur peningur

Nes kommuna hevði innistandandi á bók 605 tkr. við ársbyrjan, við árslok vóru innistandandi 1.328 tkr., ið er ein øking á 723 tkr..

 

Ognarar og onnur skuld

Við ársbyrjan skyldaði kommunan 6.354 tkr. til ognararnar v.m.; við árslok var skuldin 6.102 tkr.; ein minking á 252 tkr..

 

Veðskuld

Veðskuldin hjá kommununi var við ársbyrjan 31.556 tkr.; við árslok var veðskuldin 31.645 tkr.; ein øking á 89 tkr..

 

Í 2018 varð lánið hjá Nes Kommunu umlagt til fasta rentu. Tað verða 2.910 tkr. goldnar í avdrátti pr. ár. Eftir ætlan verður hetta lánið liðugt goldið ultimo 2026.

 

Í 2019 hevur kommunan upptikið eitt nýtt lán á 25.000 tkr. av hesum láninum eru pr. 31.12.2022 nýttar íalt 20.008 tkr., eftir eru 4.992 tkr. at nýta, hesin peningur verður at nýta í 2023. Av teimum 20.008 tkr. ið eru nýttar, eru 18.008 tkr. umlagt til fasta rentu í 2022. Eftir ætlan verður byrjað at gjalda hesi lánini niður í 2027.

 

Kommunan hevði eina rentuútreiðslu í 2022 á 644 tkr. viðv. lániskuld og tøkum peningi.

 

Nettoskuld

Við ársbyrjan var nettoskuldin 30.037 tkr. og við árslok 28.047 tkr., ein minking í árinum á 1.990 tkr..

 

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022, sum er grannskoðaður av SPEKT løggildir grannskoðarar, varð samtyktur av býráðnum hin 24. apríl 2023.

 

Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning pr. 31.12.2022 er 66 mió. kr., roknað við einum skattaprosenti á 23 %. Nettoskuldin hjá Nes kommunu er sostatt 42 % av eini skattaálíkning.

 

 

 

 

 

FÍGGJARLIGA GONGDIN TEY SEINASTU 5 ÁRINI

 

 

tkr. tkr. tkr.      tkr.         tkr. tkr. tkr. tkr. tkr.
Útreiðslur 2018   2019   2020   2021 2022 2018 2019 2020 2021
§1 Kommunal fyrisiting 4.562 4.555 3.962 4.792   4.803 4.562 4.555 3.962 4.792
§2 Almanna- og heilsumál 15.898 17.092 18.227 18.943 20.316 15.898 17.092 18.227 18.943
§3 Børn og ung 10.785 10.962 12.321 13.319 13.846 10.785 10.962 12.321 13.319
§4 Undirvísing 3.682 3.811 4.091 4.207    4.528 3.682 3.811 4.091 4.207
§5 Mentan og frítíð 3.549 3.506 3.251 4.763    4.569 3.549 3.506 3.251 4.763
§6 Teknisk mál 3.867 4.069 3.701 5.190    5.208 3.867 4.069 3.701 5.190
§7 Kommunal virki 3.698 3.358 4.070 3.108    3.607 3.698 3.358 4.070 3.108
Rakstur í alt 46.041   47.353   49.623   54.322  56.877 46.041 47.353 49.623 54.322
§20 Skattur og avgjøld 55.471 62.359 65.535 69.021 73.167 55.471 62.359 65.535 69.021
Úrslit áðrenn fíggjarkostnað og íløgur 9.430   15.006   15.912   14.699 16.290 9.430 15.006 15.912 14.699
§20 Fíggjarkostnaður netto 522 521 491 448    644 522 521 491 448
Úrslit áðrenn íløgur 8.908   14.485   15.421   14.251 15.646 8.908 14.485 15.421 14.251
Íløgur              
§1 Kommunal fyrisiting 0 0 0 0        0 0 0 0 0
§2 Almanna- og heilsumál 129 194 745 2.879    766 129 194 745 2.879
§3 Børn og ung 131 1.907 6.866 6.016  1.041 131 1.907 6.866 6.016
§4 Undirvísing 2.500 1.049 69 999  2.522 2.500 1.049 69 999
§5 Mentan og frítíð 1.497 1.873 2.136 174     801 1.497 1.873 2.136 174
§6 Teknisk mál 5.918 4.654 6.468 6.115  3.733 5.918 4.654 6.468 6.115
§7 Kommunal virki 6.128 8.287 888 1.036  4.793 6.128 8.287 888 1.036
Íløgur í alt 16.303   17.964   17.172   17.219      13.656 16.303 17.964 17.172 17.219
Endaligt úrslit rakstur -7.395   -3.479   -1.751   -2.968     1.990 -7.395 -3.479 -1.751 -2.968
Tøkur peningur ultimo 2.022   3.012   1.808   605     1.328 2.022 3.012 1.808 605
Lániskuld ultimo 23.280   30.373   31.464   31.556    31.646 23.280 30.373 31.464 31.556
 

Nettoskuld

21.390   24.868   27.069   30.037      28.047   21.390   24.868   27.069   30.037

 

 

HØVUÐSTØL FRÁ ÁRSROKNSKAPINUM FYRI 2022

 

 

2022                         2022                         2021

ROKNSKAPUR                  ÆTLAN    ROKNSKAPUR

 

Skattainntøka                                             73.167.000               67.682.000                                                                                                                                                                           69.021.000

Aðrar inntøkur                                                           0                               0                               0

Rakstur, netto                                           -56.877.000              -58.636.000                                                                                                                                                                         54.322.000

Íløgur, netto                                              -13.656.000              -20.581.000                                                                                                                                                                          -17.219.000

Úrslit áðrenn rentur og avdráttir             2.634.000              -11.535.000                -2.520.000

 

Rentur                                                            -644.000                   -643.000                                                                                                                                                                                     448.000

+Avlop/-Hall                                               1.990.000              -12.178.000                                                                                                                                                                                      -2.968.000

 

 

 

Her kann viðmerkjast, at tá kommunan leggur fíggjarætlan, fær hon eina meting frá fíggjarmálaráðnum, hvat tey meta, at inntøkan viðv. persónskatti kemur at vera komandi árið. Nes Kommuna hevur seinastu árini valt at leggja eina varna fíggjaræltan og hevur lagt seg eftir metingini frá Fíggjarmálaráðnum.

 

Í 2022 vísti tað seg, at inntøka viðv. persónskatti er 3.239 tkr. meir enn metingin/fíggjarætlanin. Eisini eru inntøkan viðv. felagsskatt 1.332 tkr. meir, skattur av eftirlønarinngjøldum 955 tkr. meir, flyting vegna DIS, FAS v.m. 0 kr. og rentustuðulin er tkr. 41 meir, í alt ein meirinntøka á 5.485 tkr. í mun til løgdu fíggjarætlanina.

 

Tá eykajáttanir verða játtaðar, verður tað antin tikið av tøkum peningi, lániskuld ella av øðrum játtaðum peningi og ikki við hækkan av skattainntøku, hetta ger, at tað kann verða stórur munur á úrslitinum á ætlan og endaliga roknskapinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

RAKSTUR                                                         2022                         2022                         2021

ROKNSKAPUR                  ÆTLAN    ROKNSKAPUR

 

RAKSTUR

Útreiðslur                                                   63.437.000               65.189.000                                                                                                                                                                            61.036.000

Inntøkur                                                       6.560.000                 6.553.000                                                                                                                                                                             6.714.000

Rakstur netto                                           56.877.000               58.636.000                                                                                                                                                                                54.322.000

 

 

ÍLØGUR

Útreiðslur                                                   16.080.000               23.005.000                                                                                                                                                                          18.008.000

Inntøkur                                                       2.424.000                 2.424.000                                                                                                                                                                                     789.000

Íløgur netto                                               13.656.000               20.581.000                                                                                                                                                                                    17.219.000

 

 

RAKSTUR OG ÍLØGUR                       70.533.000               79.217.000                                                                                                                                                                                  71.541.000

 

 

FÍGGINGARKOSTNAÐUR

Rentur netto                                                    644.000                    643.000                                                                                                                                                                            448.000

Avdráttir av lánum                                       2.910.000                 2.910.000                                                                                                                                                                            2.910.000

Tilsaman                                                     3.554.000                 3.553.000                                                                                                                                                                                        3.358.000

 

FÍGGJARBROYTINGAR          

Øking av tøkum peningi                                            0                               0                               0

Útjavning pensjónsforskatting                                   0                               0                                                                                                                                                                                                  0

Aðrar fíggjarbroytingar                                1.356.000                               0                                                                                                                                                                              -1.673.000

Tilsaman                                                     1.356.000                               0                                                                                                                                                                                                   -1.673.000

 

 

ÚRSLIT ÁÐRENN FÍGGING               75.443.000               82.770.000                                                                                                                                                                               73.226.000

 

 

FÍGGING

Skattur                                                       73.167.000               67.682.000                                                                                                                                                                               69.021.000

Nýtt av tøkum peningi                                   -723.000                 3.088.000                                                                                                                                                                         1.203.000

Upptikin lán                                                 3.000.000               12.000.000                                                                                                                                                                              3.002.000

Aðrar inntøkur                                                           0                               0                               0

Tilsaman                                                   75.443.000               82.770.000                                                                                                                                                                                   73.226.000

 

 

 

 

 

 

 

 

 

FÍGGJARSTØÐA                                                                              2022                         2021

                                                                                          ROKNSKAPUR    ROKNSKAPUR

 

OGN

Tøkur peningur                                                                              1.328.000                                                                                                                                                                                     605.000

Millumrokningar við landi                                                            7.894.000                                                                                                                                                                              6.759.000

Skuldarar                                                                                          479.000                                                                                                                                                                                       509.000

 

OGN TILSAMAN                                                                      9.701.000                                                                                                                                                                                          7.873.000

 

 

SKULD

Ognarar og onnur skuld                                                                 6.102.000                                                                                                                                                                          6.354.000

Langfreistað skuld                                                                      31.646.000                                                                                                                                                                               31.556.000

               37.748.000               37.910.000

 

 

Útjavningarkonta primo                                                             -30.037.000              -27.069.000

Broyting í salda primo í árinum                                                                   0                               0

Úrslit                                                                                             1.990.000                -2.968.000

Útjavningarkonta ultimo                                                         -28.047.000                                                                                                                                                                                  -30.037.000

 

SKULD TILSAMAN                                                                 9.701.000                                                                                                                                                                                                7.873.000

 

 

 

 

Útgreinaður roknskapur kann síggjast á heimasíðuni hjá Nes kommunu, www.nes.fo, far inn á ”kommunan í tølum”.

 

 

Ein kommuna fyri øll!

 

Vegna býráðið í Nes kommunu

Súni í Hjøllum

borgarstjóri