Onnur tíðindi

Sámalsgil verður fríðkað

Í hesum døgum verður gjørt klárt at fríðkað Sámalsgil á Toftum. Tað er økið millum sunnasta partin av Høganesvegnum og landsvegin. Tað hevur leingið verið ætlanin hjá kommununi at fríðkað hetta økið, og í løtuni verða drenrør og onnur rør løgd, áðrenn mold verður planerað á økið. Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Kneysum byrjar fyrsta dagin, og skal partur av moldini nýtast til útfylling í Sámalsgil.