Onnur tíðindi

Nýggjur blómuhandil á Toftum

Blómuhúsið hjá Haraldi S. Hammer lat upp nýggjan handil á Toftum í dag. Handilin hevur leigað seg inn í “Sannusa handil” á Toftavegi 10 á Toftum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein handil letur upp á Toftum. Tá ið dyrnar lótu upp í dag, vóru nógv fólk møtt. Blíðskapurin var stórur við vaflum, ísi og kaffi.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi at vitja og ynskja Haraldi S. Hammer tillukku og Blómuhúsinum vælkomnum.

Á myndini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Sally Davidsen, starvsfólk, Maud Hansen, starvsfólk, Haraldur S. Hammer, eigari og Jastrid Olsen, sum var tann fyrsti kundin í dag.

Nes kommuna ynskir Blómuhúsinum allar bestu eydnu.