Onnur tíðindi

Eldraráðið Fyri Roðan – 07. november 2023 á Toftum

Eldraráðið heldur áfram at hava fundir í bygdunum í Roða økinum.

Týsdagin 7. november verður fundur á Toftum fyri allar eldru borgarnar í Nes kommunu (frá 60 árum og uppeftir).

 Fundurin verður í Skúlanum á Toftum kl 1900

Tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.

Vit bjóða kaffi/te og heimabakaða kaku aftaná fundin.

 Hesuferð verður dentur lagdur á:

  • Vitjunartænasta
  • Demens
  • Heilsugóður matur
  • Rørsla
  • Munur á at kom í einsemi og at vera einsamøll/einsamallur
  • Hospice
  • SMS skipan
  • Annað

 Vit heita á tey yngru um, at geva teimum eldru boð um henda møguleikan og siga teimum, at øll frá 60 ára aldri eru vælkomin til tiltakið.

 PS: Tit eru vælkomin at taka brøvini, um SMS skipanina, við á fundin, um tit ikki longu hava sent tey inn aftur til okkum.

 PS: Tey sum hava givið Eldraráðnum loyvi til at senda SMS boð, fáa beinleiðis boð frá Eldraráðnum

 Vinarlig heilsan

Eldraráðið Fyri Roðan