Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna ávíkavist á býráðsfundi, tann 29.01.2024 og á eyka býráðsfundi, tann 12.02.2024, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.
Talan er um tvær broytingar.
Broyting 1 umfatar at ein partur av havnalagnum, sum nú er D øki, matr. nr. 437a, 435m, 435e, 435i, 435h og partur av matr. nr. 435a, verður broytt til D1 øki, ið m.a. loyvir bygging 8m frá bryggjukanti.
Endamálið við broytingini er at loyva bygging nærri bryggjukanti í økinum.
Broyting 2 snýr seg um at broyta matr. nr. 262a “Yviri í Nev”, sum í dag er landbúnaðarøki til K øki, sum loyvir orkuframleiðslu.
Endamálið við broytingini er at loyva orkuframleiðlu í økinum.
Tilfar, sum lýsir broytingarnar í byggisamtyktini, liggur frammi á heimasíðuni hjá Nes kommunu og á kommunuskrivstovuni frá 08. mai 2024 til 29. mai 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 19. juni 2024.
Nes kommuna
Skjalatilfar viðv. havnalagnum:
Ásetingarnar fyri økini D og D1 á havnalagnum
Byggisamtykt á havnalagnum – verandi støða (kort 1)
Byggisamtykt á havnalagnum – broyting (kort 2)
Byggisamtykt á havnalagnum – framtíðar støða (kort 3)
Skjalatilfar viðv. økinum Yviri í Nev:
Ásetingarnar fyri økini H og K Yviri í Nev
Broyting av byggisamtykt Yviri í Nev – Verandi (kort 1)
Broyting av byggisamtykt Yviri í Nev – Broyting (kort 2)
Broyting av byggisamtykt Yviri í Nev – Framtíðar støða (kort 3)