Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á býráðsfundi, tann 27.03.2023, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at lýsa eina serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 264i á Toftum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á heimasíðuni hjá kommununi og á kommunuskrivstovuni frá 05. apríl 2023 til 26. apríl 2023.
Sí eisini tilfarið niðast á hesi síðuni.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 17. mai 2023.
Nes kommuna