Skipað verður fyri minningargudstænastu í Fríðrikskirkjuni 2. Hvítsunnudag, 5. Juni kl. 18.00, tí tað í ár eru 100 ár liðin síðani Fríðrik Petersen próstur andaðist
Trýst á myndina fyri fulla stødd
Fríðrik Petersen
Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, og langabbabeiggjasonur Fríðrik, heldur fyrilestur um próstin, kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, undir leiðslu av Mikaeli Johan Heinesen syngur og Ovi Brim er liturgur.
Eftir gudstænastuna verður boðið til drekka í kirkjukjallaranum.
Fríðrik Petersen er m.a. kendur fyri at hava yrkt fosturlandssangirnar Eg oyggjar veit – O móðurmál, stórt er títt fall – Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær og sálmarnar Gleðilig jól – Deyði, hvar er nú broddur tín og Tíðin rennur sum streymur í á. Eisini er hann kendur fyri at eiga føroysku orðini í bønini Faðir vár.
Umframt at verða prestur og próstur, var Fríðrik Petersen eisini sera virkin í politikki, og var valdur bæði á løgting og landsting.
Fríðrik Petersen var føddur í Saltnesi 22. Apríl 1853 og andaðist í Keypmannahavn 26. Apríl 1917. Fríðrikur, sum átti 11 systkin, giftist við donsku Sofie Amalie Wesenberg og fingu tey 2 børn, Ernst og Fridu.
Fríðrikskirkjan er uppkallað eftir Fríðriki Petersen.