B68 skipar í dag fyri B68 degi á Svangaskarði. Byrjað verður við rennibreytina kl. 17.30 og mett verður at tað verður liðugt uml. 20.30
Frá Tofta Ítróttarfelag verður sagt, at B68 dagurin er fyri øll, ung sum gomul.
B68 dagurin verður settur av Jóhannus Danielsen, borgarstjóra, á rennibreytini við nýggja útifitness, sum í sambandi við B68 dagin verður tikið alment brúk. Robin Jønsson læknalesandi og fitnessserfrøðingur, kemur at hava eina gjøgnumgongd, av møguleikunum við nýggja útifitness.
Síðani verður heilsuganging/renning á 1/2 tíma á skránni. Áðrenn byrja verður, hevur Arnfinn Johannesen úr Roysni eina felags upphiting. Øll luttakandi eru við í lutakasti um nakrar vinningar.
Tiltakið heldur fram í B68 húsinum, har møguleiki verður at máta blóðtryst, feittprosent, vøddamassa, blóðsukur og lungnaorku. Lokalir sjúkrarøktafrøðingar standa fyri mátingunum.
Betri samtakið hevur kunning um heilsutryggingar o.a. Motussport kemur eisini at hava sølu.
Á vøllinum koma at vera fótbóltsvenjingar fyri øllum ungdóminum, spennandi venjingar bæði til yngri og eldri børn.
Somuleiðis koma teir tiltiknu sjórænarðir á Toftum at vitja, har teir fara at undirhalda teimum minstu børninum.
Tiltakið endar við góðum tónleiki. Fyrst frá Danny, úr Danny and the Veetos, og síðan frá Hervør og Kára á Torkilsheyggi.
Í meðan tiltøkini á vøllinum og framførslurnar eru, verður pylsur grillaðar.
Tofta Ítróttarfelag vónar at at tað koma nógv fólk til B68 dagin.