Mánakvøldið 19. mars 2018, kl. 20.00, verður kunningarfundur í Tofta skúla fyri borgarum í Nes kommunu.
Skrá: Kunning um tunnilsarbeiði í Rókini og arbeiði við at leingja grótkastið á Toftum við tunnilsgróti.
Umboð fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar greiða frá arbeiðinum viðv. Eysturoyartunlinum í Rókini og umboð fyri Nes kommunu greiða frá arbeiðnum viðv. grótkastinum.
Kunningarskriv frá Eystur- og Sandoyartunlar:
Í samband við Eysturoyartunnilin, er nú farið undir at fyrireika vegaføringina á Rókini og um skamma stund verður farið undir at fyrireika sjálvan tunnilsmunnan.
Vegaføringin norðan fyri Rókina
Í samband við ger av rundkoyring á útfyllingina norðan fyri Rókina við tilhoyrandi vegum, verður landsvegurin fluttur út á útfyllingin, soleiðis at arbeiðið við sjálvum tunnilsmunnanum kemur at henda innanfyri landsvegin. Tí kann roknast við at ferðslan verður órógva ísmb. við sjálva umleggingina.
Rókavegurin í byggitíðini
Tá ið tunnilsmunnin verður fyrireikaður, má spreingjast inn í helluna, fyri at gera pláss fyri at byggja tunnilsportalin uttanfyri sjálvan tunnilin. Neyðugt verður tí at steingja Rókavegin av við eystastu húsini í eitt longri tíðarskeið. Orsøkin er at tunnilsportalurin gongur undir Rókavegin. Eftir at portalurin er liðugur, verður Rókavegurin lagdur aftur, omaná tunnilsportalin. Spreingiarbeiðið byrjar væntandi um miðjan mai 2018 ella kanska heldur fyrr. Roknast kann tí eisini við, at ferðslan á landsvegnum verður ávirka í styttri tíðarskeið, tað løtuna skotini verða latin av. Væntandi verður Rókavegurin stongdur í 1-2 ár.
Spreinging av tunnilsmunna
Tá sprongt verður, fara tunnilsfelagið og NCC/J&K Petersen, at fylgja við og máta hvussu sterkar ristingarnar frá spreingingunum verða. Hetta verður gjørt fyri at avmarka váðan fyri at skaði kemur á hús í økinum orsaka av ristingunum. Hartil verða skotini vard við spreingimáttum. Fyri at máta ristingarnar verða ristimátarar settir á tey nærmastu húsini. Í tí sambandi fara vit at venda okkum til teir húseigarnar, har vit kundu hugsa okkum at sett ristimátarar upp. Tólið verður eftir nærri avtalu við húseigaran sett fast á betongvegg við einari lítlari skrúvu.Undirritaði ringir so til teir húseigarar, har ristimátarar skulu setast upp.
Eru spurningar, ber til at ringja til undirritaða.
Í samband við at arbeiðið við Rókina byrjar av álvara verður ein stuttur kunningarfundur hildin í skúlanum á Toftum mánakvøldið 19. mars kl. 20. Á fundinum fara umboð fyri Nes kommunu eisini at kunna um ætlanirnar við grótinum, sum kommunan móttekur frá Eysturoyartunlinum.
Vinarliga
Herman Lindberg, tlf. nr. 231 001
p/f Eystur- og sandoyartunlar