Ætlanin var, at ættarsøgubindið – 3. bind í bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes – skuldi koma út í 2017. Men arbeiðið hevur verið drúgvari enn væntað, og hetta ger, at ættarsøgubindið ikki kemur fyrr enn á vári 2018.
Tað harmar okkum almikið, at ættarsøgubindið gjørdist jólatrøll. Men sum støðan er, fær tað ikki verið øðrvísi. Afturfyri kunnu vit vóna, at ættarsøgan gerst so lýtaleys, sum gjørligt.
Tað hevur ikki skortað upp á hjálp at fáa seinasta tilfarið til vega. Her hugsa vit fyrst og fremst um myndirnar, sum eini 30 fólk úr bygdunum settu sær fyri at savna inn eftir 10 døgum. Talan gjørdist um einar 800 myndir, og av teimum eru umleið 500 valdar út til ættarsøguna. Í flestu førum er talan um familjumyndir.
Umframt sjálva ættarsøguna, verða einar 50 síður við frásagnum um allar vanlukkurnar í bygdunum frá 1600-talinum til okkara dagar. Eisini verður ein leitiorðalisti til øll trý bindini.
Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri