Fyrrapartin var hugnalig fráfaringarsamkoma á kommunuskrivstovuni fyri tveimum starvsfólkum hjá Nes kommunu.
Julianna Matras: Varð sett í starv í mattænastuni hjá Nes kommunu frá 1. mai 2007. Seinni varð hon sett sum vaskifólk í Dagtilhaldinum, og hevur annars í mong ár samskipað koyringina av teimum eldru til dagtilhaldið.
Tá ið eldraøkið varð lagt út 1. januar 2015, kom mattænastan undir Roðan, og Julianna helt tá fram við mattænastuni har til 1. februar í ár, tá ið nýggi køkurin á Ellisheiminum í Runavík fór at taka sær av útkoyringini av matinum.
Julianna helt tó fram sum vaskifólk í Dagtilhaldinum til 1. juni, men ynskti nú at sleppa úr starvi.
Mathea Jensen: Varð sett í starv sum vaskifólk í Tofta skúla frá 1. januar 2015. Mathea hevur boðað frá, at hon ynskir at sleppa úr starvi nú í summar.
Til fráfaringarsamkomuna segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri:
“Hjartaliga takk fyri trúgva og drúgva tænastu. Tit báðar hava verið sera nærlagdar í tykkara starvi, og fyri kommununa er tað gull vert at hava starvsfólk, sum leggja nógv fyri til tess at røkja sítt starv til fulnar. Sum kommuna virðismeta vit tað ógvuliga høgt.
Eisini fari eg vegna kommununa at siga tykkum túsund takk fyri sera gott samstarv. Ynski tykkum og øllum tykkara alt tað besta og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini”.
Olaf Magnussen, virkandi skúlastjóri í Tofta skúla, nýtti eisini høvið, vegna skúlan, at takka Matheu Jensen fyri gott samstarv og trúgva tænastu.