Stýrið fyri Roðan hevur samtykt at seta Jóngerð Guttesen í starv sum leiðari fyri økistænastuna Roðan. Samstarvið telur Runavíkar, Nes – og Sjóvar kommunur
Tá umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 9 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Roðan.
Jóngerð Guttesen, sum býr í Hoyvík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og diplomleiðari og gerst skjótt Master í almennari leiðslu.
Jóngerð hevur 15-ára royndir á eldraøkinum, fyrst sum sjúkrarøktarfrøðingur, síðani varaleiðari og leiðari á røktarheimum, m.a. sum fyrsti leiðarin á Boðanesheiminum, og síðani 2014 sum eindarleiðari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Økistænastan telur um 200 starvsfólk, sum arbeiða í 23 bygdum við eini 6.000 íbúgvum. Økistænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og røktarheim.
Jóngerð tekur við starvinum eftir summarferiuna.