Ommu- og abbabørnini hjá Manellu og Johan Hansen í Gerðinum lótu í august 2005 Fornminnisfelagnum á staðnum Gamlagerði fyri eina krónu. Síðani hevur Bygdasavnið staðið fyri at seta húsini í upprunastand og tað arbeiðið er liðugt nú. Haraldur Kjeld hevur staðið fyri tí arbeiðnum og hevur gjørt ein stóran part sjálvur.
Breið semja er um, at Gamlagerði er ein sonn perla og eitt virðiligt minni um okkara forfedrar. Húsini eru frá 1845 og tey hava roykstovu og moldgólv.
Ættartiltakið leygardagin byrjar í Tofta skúla kl. 14. Har verður ein upplýsandi og hugnalig skrá við kaffi, og aftaná kunnu fólk fara í bólkum út í Gamlagerð at uppliva ættarhúsið og síggja hvussu forfedrarnir búleikaðust. Nú luktar væl í Gamlagerði, tí seinasta leygardag vóru tey væl mannað og vaskaðu upp og niður.
Doris Djurhuus og Tórður Mikkelsen, sum skipa fyri ættartiltakinum, siga, at endamálið er at skapa størri áhuga millum ættarfólk fyri hesum serligu húsum, sum hava stóran týdning fyri føroyska mentan og søgu, og tann týdningurin fer bara at vaksa í framtíðini.
Myndin niðanfyri er tikin seinasta leygardag, tá skyldfólkini vóru væl mannað og vaksaðu upp og niður í Gamlagerði.